Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEO: NÝGGJÁRSHEILSAN KL.14

Nú vit eru komin til seinasta dag í árinum, ynskir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu øllum borgarum í kommununi og føroyingum annars eitt eydnuberandi nýggjár.

Í nýggjársheilsan til borgararnar greiðir Heðin Mortensen eisini frá, hvørjar ætlanir kommunan hevur í komandi ári.

Borgarstjórin sigur millum annað, at árið 2015 hilnaðist væl. Tórshavnar kommuna er framhaldandi fíggjarliga væl fyri. Inntøkurnar hækka og fólkatalið er í vøkstri. Hetta er í samsvari við tey vakstrarmál, sum kommunan fyri nøkrum árum síðani setti sær. 

- Kommunan ger tað, hon er ment at skapa bestu møguleikar at seta búgv og at trívast. Fíggjarætlanin fyri 2016 ber týðilig boð um tað. Vit lækka skattin og raðfesta eisini barnafamiljurnar fremst við nógv betraðum systkinaavsláttri á dagstovnaøkinum. 

- Vit fara enn einaferð bjartskygd inn í nýggja árið við skynsomum og mennandi ætlanum fyri høvuðsstaðarkommununa. Trivnaður fyri øll verður okkara aðalmál, sigur Heðin Mortensen at enda.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=aFa5fQ3ZyvM]