Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEOEFTIRLIT: Kinverjar á eftirlitsvitjan á tveimum føroyskum virkjum

Síðani covid-19 var staðfest á skeribreitti við laksi í Beijing, hava kinesiskir myndugleikar verið í sambandi við nógv lond ið útflyta mat til Kina.

Týsdagin vóru vit í Føroyum á breddanum í arbeiðnum hjá kinesisku myndugleikunum.

Hesa síðstu vikuna, er alt sett á skinnarar, fyri at kinesisku matvørumyndugleikarnir kunnu fremja tað videoeftirlit av føroyskum virkjum, sum teir hava ynskt.

Kinesiski myndugleikin, GACC, hevur valt 2 matvøruvirkir, har tað í morgin 30/6 verður framt videoeftirlit.

Dagurin varð skipaður soleiðis at

Fyrst verður videofundur millum HFS og GACC – har umstøðurnar rundanum matvøruvirkini og støðan viðv. COVID 19 verður viðgjørd og umrødd. Á hesum fundinum luttekur eisini landslæknin

Síðan varð farið á videoeftirlit á fyrsta virkinum, har eftirltisfólk hjá HFS og virkisumboð greiddu frá umvegis videolink til GACC og

Eftir fyrsta virkið, verður sama endurtikið á tí næsta virkinum.

Samskifti var á eingilskum, og tulkur á donsku sendistovuni í Beijing, umsetti samskifti frá eingilskum til kinesiskt og frá kinesiskum til eingilskt.

Á báðum virkjunum og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni vóu eisini tulkar, soleiðis at samskifti umvegis videolink skal ganga so gott fyri seg sum til ber.

Alt byrjaði týsmorgunin kl. 06.30 føroyska tíð. Samlaða videoeftirlitið tók einar 4-6 tímar.