Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fríðálvur Jensen, ummælir.

Ummæli við videolag: Hans Edward Andreasen

- “dreamarin” vil geva sær sjálvum ein møguleika 

Hann er kendur oddamaður í bólkinum The Dreams og Gló, men nú hevur hann lagt fram nýtt sjónbandalag, sum er tekin um ynskið at standa á egnum beinum. 

Hans Edward er sprottin úr góðum tónleikaumhvørvi, so tað eigur at standa ein spennandi framtíð fyri framman.

Eg havi altíð dámt Hans Edward sum sangara, tí hann hevur hesa perfektu røddin at syngja serliga rock, so eg eri ikki sørt spentur um hansara nýggju leið.

Tað skal ikki dyljast, at eg ofta havi tosað og havt eitt ynski um fleiri nýbrot á altjóða pallinum, so eg varð eitt sindur harmur um, at The Dreams ikki komu longur á hesi leiðini.

Har er sanniliga nakað í bólkinum, sum hevur altjóða mát, so eg eri ikki í iva um, at bólkurin saktans kann sláa sítt navn fast.

Swardi
Nú er so nakað nýtt í tí Hans Edward hevur sett sær fyri, so við teimum royndunum hann hevur við sær og tí super røddini hann hevur, skal hann nokk seta síni fingramerkir.

Hann er eisini góður guitaristur og tónleikari, so alt hetta átti at boða frá góðum.

Swardi er nýggja heitið, ið Edward fer at leggja fyri dagin og so verður spennandi at fylgja honum.

Onkur kann ivaleyst halda at lagið er í so provokerandi, men tað er eisini gott við eitt øðrvísi vinklum til samfelagið, mentanina og tónleikin.

Sum eg onkuntíð fyrr havi tikið til, er tað sanniliga góðir møguleikar í føroyskari mentan og tónleiki og so er tað onkur ið meinar, at hetta er nakað vit allir føroyingar eiga.

Um vit kunnu ogna okkum hetta, er so spurningurin, men tað er ongin ivi um, at lutfalsliga er her eitt tilfeingi, sum neyvan er at finna nógva aðrastaðni.

Her er so ein tónleikari við dirvið og evnum, so tað fer ivaleyst at koma nógv meira spennandi frá Hans Edwardi.

Fríðálvur A. Jensen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=W_wEmRMFSBM&feature=youtu.be]