Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Víðfevnt ES-boykott fevnir um bæði sild og makrel

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Eitt skjal frá ES-kommissiónini bendir á, at ES-revsitiltøkini móti Føroyum verða víðfevnd, og at tey fara at fevna um bæði sild og makrel

Føroya land, búskapurin og serliga tann pelagiska vinnan kunnu koma í eina álvarsliga støðu, um og tá Europasamveldið um ein lítlan mánaða væntandi fer at seta í verk revsitiltøk ímóti Føroyum, tí at Føroyar - sambært ES sjálvum - reka ikki-burðardyggan fiskiskap eftir sild.

Ábendingar eru nevniliga um, at revsitiltøkini, ið fiskivinnukommisserurin Maria Damanaki hevur fráboðað, verða víðfevnd, og at tey ikki bert fara at umfata sild men eisini makrel.

Hetta sæst í einum skjali av skrivstovuni hjá Mariu Damanaki, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur fingið innlit í.

Staðfestir at Føroyar forbróta seg

Fiskivinnukommisserurin hevur sjálvur undirskrivað skjalið, ið m.a. staðfestir, at Føroyar:

• fiska ikki-burðardygt

• hava tikið seg úr samráðingunum um sildina

• hava ikki sett fram ítøkilig krøv til broyting av føroysku sildakvotuni

• hava ásett egna sildakvotu, ið er tríggjar ferðir størri, enn føroyska kvotan higartil hevur verið

Makrelur uppi í boykotti

Í skjalinum verða nevnd 9 ymisk revsitiltøk, ið kunnu koma upp á tal, og tiltøkini fevna um "sild og/ella tilknýtt fiskasløg".

Hetta er ein snild teknisk orðing, ið er grundað á, at tað illa ber til at fiska sild uttan, at makrelur og onnur fiskasløg eru blandað uppí sum hjáveiða.

Orðingin ber í sær, at revsitiltøkini mest sannlíkt bæði kunnu fara at fevna um sild og makrel, hóast ES-kommissiónin áður hevur ført fram, at hon bert kann revsa fyri sildafiskiskap.

Sostatt sær út til, at trýstið og lobbyarbeiðið frá eitt nú fiskivinnuni í Skotlandi og Hetlandi gevur ætlaða úrslitið.

Víðfevnd revsitiltøk

Millum tey ymsu revsitiltøkini, ið ES-kommissiónin umhugsar at seta í verk, er ikki bert at forða fyri innflutningi av sild og "tilknýttum fiskasløgum" og stongsul av ES-havnum.

ES umhugsar t.d. eisini at boykotta øll skip, ið frakta sild og makrel, og tað verður stórt sæð ógjørligt hjá europeiskum reiðaríum at samstarva við føroysk reiðarí um pelagiska veiðu á føroyskum sjóøki.

Álvarslig støða

Saman um tikið standa fyritøkur í pelagisku vinnuni yvir fyri stórum avbjóðingum, nú tann størsti marknaðurin letur seg aftur.

Fyri Føroyar er støðan eisini álvarslig, tí aðrar fiskiveiðuavtalur eru uppsagdar, og - ikki minst - er umdømi Føroya sum siviliserað land í vanda.

Ógreitt er hvussu stórur, fíggjarligi missurin fyri vinnuna og landskassan verður, men helst er talan um stórar upphæddir.

Uttan mun til, hvør hevur rætt í trætuni millum Føroyar og ES, eiga stig at verða tikin til at loysa trætuna sum skjótast. Uppskot hevur verið frammi um at fáa ein óheftan altjóða stovn at mekla millum partarnar.

Hetta er møguliga ein gongd leið.

Samráð á veg í Fólkatinginum

Saman við Vinstra hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg kallað danska fiskivinnuráðharran í samráð fyri at fáa meira at vita um boykottið, avleiðingarnar av tí, og hvat ið gerast kann fyri at fáa eina loysn á trætuni.

Enn er dagurin fyri samráðið ikki ásettur.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin