Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðgjørdi seg sjálvan

Perlur: Borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen, hevði nakað at ganga upp í tá Kenneth Rasmussen, søkti um at fáa loyvi til dans og skonking, tí eitt partafelag borgarstjóranum sjálvum, eigur bygningin, og tí var eisini ein habilitetstrupulleiki galdandi tá málið kom fyri á býráðsfundi herfyri. 

Hetta stóð at lesa í Oyggjatíðindum 10. mars 2004.

Vit hava fingið fatur í Rodmundi Nielsen, borgarstjóra í Runavík, tí hesin gjøgnum eitt partafelag, eigur bygningin, sum ætlanin er at hava dans og skonkin í. Rodmundur Nielsen er skjótur at viðganga, at hann var inhabilur, og tí ikki uttan víðari kundi vera við í viðgerðini av hesum málinum, tí hann átti bygningin, Kenneth Rasmusen hevur ætlanir um at leiga til dans og skeinking.

- Men eg havi so heldur ikki verið við í nevndarviðgerðini.

Men tú atkvøddi fyri at Kenneth Rasmussen skuldi fáa loyvi?

- Ja, men tað var bara tí, at býráðið kravdi, at eg skuldi koma inn á fundin og atkvøða um hetta loyvi, sigur borgarstjórin.

Hann vísir eisini á, at øll kenna hansara áskoðan til slík mál, so tað er heldur ikki nøkur loyna.

Onkur heldur, at Rodmund Nielsen er tann nýggji Børurin á Runavík, sum hevur nógv jørn í eldinum. Hann eigur ein annan stóran bygning, saman við bakaranum.

Tú hevur rættiliga svingað teg meðan tú hevur verið borgarstjóri. Arbeiddi tú ikki á eini Shellstøð, áðrenn tú gjørdist borgarstjóri?

- Eg arbeiddi á Statoilstøðini, sigur Rodmundur Nielsen, stillisliga.

Bæði Føroya Banki og Sparikassin hava stórar deildir í Runavík, men hvørgin peningastovnurin fíggjar spekulatiónirnar hjá tær við bakarabygninginum og nýggja skeinkiog dansistaðnum?

- Nei.

Men Rodmund, hvussu ber tað til, at Norðoya Sparikassi fíggjar tínar spekulatiónir í Runavík, og er tað rætt, at kommunan afturfyri hevur sent eina pulju av pengum norður í gróthúsið, at fjálga um vánaligu úrslitini har?

- Nei, Runavíkar kommuna samskiftar bara við peningastovnarnar her um leiðir, og tað verður kristiliga fordeilt.

Runavíkar kommuna hevur ongar pengar standandi í Norðoya Sparikassa?

Nei.

Rodmundur Nielsen váttar, at hann hevur nakað at detta aftur á, skuldi hann fallið í býráðspolitikki, ella skuldi mist hugin.

Kortini er tað lítið sannlíkt, at tað er sambæriligt við býráðsformansstarvið, at býráðsformaðurin samstundis er spekulant.

Tað vildi t.d. ein landsstýrismaður fallið uppá.

Bygningurin, sum Kenneth Rasmussen, hevur ætlanir um at leiga, hýsir ein vardan verkstað, sum gevur spekulantinum nakað av leiguinntøkum frá Almannastovuni, men hetta er neyvan nokk til at verja íløguna, sum var yvir 3 milliónir.

Borgarstjórin váttar at hann, hóast inhabilur, atkvøddi í málinum um loyvið til Kenneth, men tað var so eftir áheitan frá býráðnum.

Tey flestu halda lítið um grundgevingarnar hjá Kára P. Højgaard, um at vera ímótið at geva Kenneth Rasmussen loyvið, tí húsið stendur við høvuðsveg, har tung ferðsla koyrir, men tung ferðsla verður neyvan nakar trupulleiki seint á kvøldi ella á náttartíð.

Borgarstjórin sjálvur veit ikki um tað kann vera ein trupulleiki at hava dans oman til sjógvin, men vit á Oyggjatíðindum mælti Rodmundi til at játta nakrar bjargingarvestar og beltir á kontoini yvir havnina. Tað kann Kari P. Højgaard so onki hava í móti at fíggja.