Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking: Kavarudding er altíð ein avbjóðing

RAKSTUR: Tað fall mær fyri bróstið, tá eg mikudagin á in.fo las eina grein, har stjórin fyri IR Lastbilar finst at kavaruddingini hjá Landsverki. Her ákærdi hann menninar, sum nærum seta lívið í veð í upp til 16 tímar um samdøgrið, ikki røkja sítt arbeiði nóg væl. Sum stjóri fyri stovnin má eg tala at og staðiliga vísa aftur slíkum ógrundaðum skuldsetingum.

Evald Kjølbro, stjóri
Landsverk

Ístaðin fyri at siga sum er, at fyritøka hansara og privata vinnan annars hava í hyggju at yvirtaka kavaruddingina og aðrar uppgávur frá Landsverki, so slær stjórin fyri IR Lastbilar langt undir beltið við at ákæra okkara royndu og dugnaligu maskinførarar fyri ikki at røkja sítt arbeiði nóg væl. Ein pástandur, sum eg staðiliga má vísa aftur, tí hesin einki hald hevur í veruleikanum.

Stjórin fyri IR Lastbilar átti ístaðin at róst hesum monnum fyri teirra stóra og framúr góða arbeiði, sum teir leggja fyri dagin, so landsvegakervið er opið fyri ferðslu og trygt at koyra eftir hjá bæði IR Lastbilum eins væl og hjá okkum øðrum.

Ikki einans rudda teir kavan burtur, men sleipa eisini bilar leysar, ið hava rent seg fastar, tí bæði veður og koyrilíkindi eru so vánalig. Ein uppgáva, sum ikki er teimum áløgd. Landsverk gjørdi í 2008 eina nøgdsemiskanning, har royndu maskinførararnir vóru róstir fyri teirra álítandi arbeiði í sambandi við kavaruddingina. 

Stjórin fyri IR Lastbilar sigur seg ikki ivast í, at privatar fyritøkur høvdu loyst uppgávuna betri enn arbeiðsfólkið á Landsverki. Hann vísir á, at aðrastaðni eru slíkar uppgávur veittar út til privatar fyritøkur at umsita og reka.

Tilvitað ella ikki, so gloymir hann í hesum sambandi at vísa á, at royndirnar við slíkum útveitingum eru ógvuliga misjavnar og í fleiri førum beinleiðis miseydnaðar, júst tí, at tænastan er broytt til tað verra. Tað finnast nógv dømir – eitt nú í Danmark - har kommunur fyrst hava veitt uppgávuna út og síðani tikið hana innaftur. Antin tí, uppgávan ikki verður røkt nøktandi, ella gjørdist ov dýr. Hetta vísir júst, at privatu fyritøkurnar ikki altíð hava megnað at loyst hesa krevjandi uppgávu eins væl og kommunurnar sjálvar. Ikki minst vegna vantandi smidleika og høgan kostnað, har útjaðarin oftani verður sleptur upp á fjall.

Virksemið nógv effektiviserað seinastu árini
Landsverk hevur seinnu árini umskipað og effektiviserað vetrarhaldið, soleiðis at borgarin merkir minst møguligt til ta støðugt minkandi játtanina til rakstur av vegakervinum, herundir kavarudding. Skipað er soleiðis fyri, at mest møguligt fæst burtur úr hvørjari krónu í játtanini. Eitt nú eru tað somu menn, ið rudda kava, sum taka sær av øðrum viðlíkahaldsuppgávum restina av árinum, tá eingin kavi ella frost er. Somuleiðis eru hesir menn ein partur av landstilbúgvingini. Fleiri økir eru sostatt samantvinnaði og tongd hvør at øðrum.

Ein annar fyrimunur við at hava eitt nú kavarudding liggjandi sum eina uppgávu hjá Landsverki er, at stovnurin umsitur og rekur 26 veðurstøðir, ið skráseta veður og koyrilíkindi kring alt landið. Hetta merkir, at tað loypandi verður kunnað á heimasíðuni um støðuna, eins væl og ígjøgnum fjølmiðlarnar. Serliga tá veðrið er ivasamt og koyrilíkindini hareftir. Viðmerkjast skal, at tað vanliga ganga nógv ár ímillum, at líkindini eru so vánalig, sum tey vóru hesar báðar ferðirnar um miðjan januar og um mánaðarskiftið, og tí var avbjóðingin óvanliga stór í hesum førum.

Ein onnur stór og avgerandi styrki er, at verandi skipan er sera smidlig, tí Landsverk hevur fleiri arbeiðsstøðir kring landið, har fólk og maskinur eru knýtt at. Sostatt er skjótt at rykkja út allastaðni, eisini í útjaðaranum.

Tá veðurstøðirnar vísa, at líkindini eru ivasom, eru menninir skjótir úti við maskinum og bilum at grava ella salta. Ikki einans eru synergifyrimunirnir stórir við eini slíkari heildarskipan, men fyrst og fremst skapar hetta størst møguligan tryggleika fyri bilførarar og onnur ferðandi.

Stjórin á IR Lastbilar hevur tí einki grundarlag fyri at halda uppá, at kavaruddingin ikki virkar nóg væl. Hinvegin avspeglar tænastan sjálvandi játtanina, ið er til taks, og sum stovnurin hevur skyldu til at halda seg innanfyri. Tað er einki at ivast í, at var játtanin so og so nógv størri, hevði tænastan verið uppaftur betri. Óansæð, um tað er Landsverk ella onkur annar veitari, sum hevur uppgávuna um hendi.