Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til aftursvar frá Kringvarpinum

Arbeiðsgevarafelagið heldur fast við, at KvF hevur borið skeivar upplýsingar. 

Tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fanst at í greinini mánadagin, var, at bæði sendingin hóskvøldið og serliga Dagur og Vika fríggjakvøldið góvu eina greiða fatan av, at fulltíðarløn hjá einum sum starvast “fulla tíð ein heilan dag í handli” (sum tíðindafólki í Degi og Viku málbar seg) er millum 14.000 og 18.000 kr um mánaðin.

Tað er fatanin av, at hetta er lønin fyri fulla tíð aftaná at hava starvast í mong ár í handli, sum er trupulleikin. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur ikki, at tað er skeivt, at kvinnan, sum umtalað verður í sendingini, fær hesa løn, men ivast í, hvørt hon arbeiðir fulla tíð, sum tað annars verður indikerað.

Í grein síni skrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag at “Sendingin hóskvøldið, gav ta fatan, at tá arbeitt verður fulla tíð, og ein hevur fleiri ára starvsaldur innan handilsyrkið, er mánaðarliga lønin millum 14.000 og 18.000 kr um mánaðin.”

Júst hesum snýr Kringvarpið sær uttanum í sínum aftursvari – tað ber bara ikki til at tosa um løn uttan at tosa um starvsbrøk og starvsaldur.