Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðvendur fólkaflokspolitikkur er rætti politiski vegurin fyri fólkið

Síðst í 50'unum hevði folkaflokspolitikari røðu á tingi og seðgi m.a., at Danbjørg átti at havt lisið Dagblaðið, tí so hevði hann ikki sagt tað, ið hann hevði sagt, tí so hevði hann vita betur, men Danbjørg svaraði, at hann altíð las Dagblaðið, tí av royndin visti hann, at um hann gjørdi tað stikk mótsatta av tí, ið Dagblaðið legði upp til, so var hann á rættari politiskari kós. Og soleiðis hevur verið frá 1940 og til dagin í dag; viðvendur fólkaflokspolitikkur eigur at vera fastlagda og óreingiliga politiska kósin.

Vit hava sæð, hvussu fólksins ríkidømi hevur verið givið nøkrum fáum, og hvussu skatturin varð niðursettur fyri ríkmannafjøldina. Nú hvína teir, tí talan er um, at fólkið skal hava nakað meira av ríkidøminum, og at skatturin skal setast niður fyri meiniga mannin. Men lat teir hvína, - haldi bara fast um endan. Einki við at lora fyri teimum fimm høgraradikalu og teimum konservativu sambandsmonnum, sum dansa kríggsdans hvørja ferð høvi býðst ella tá uppskot verða løgd fram. Veljararnir eru ikki býttir, tað sóu vit á valinum, og av somu orsøk sita nevndu flokkar, soleiðis sum teir sita, uttan ávirkan við levint og gang. Umboðsmaðurin er síðsta rumbulsmálið. Kanska kundu teir sent málið í rættin og um neyðugt heilt upp í hægsta rætt.

Vónandi stendur samgongan føst á løgdu kósina. Lat so hinar bara rópa, skríggja og dansa. Vit stuðla tykkum.

Dagfinnur Danbjørg.