Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil hava eitt apotek aftrat

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur vegna borgarar í Tórshavnar kommunu sent soljóðandi áheitan til apoteksverkið:

Apoteksverkið hevur støðugt arbeitt við tí endamáli at veita tænastu á høgum støði, fakliga ráðgeving og skjóta avgreiðslu av kundunum. Hetta seinasta kann vera eitt sindur trupult, tá bara ein útsøla er í høvuðstaðarøkinum.

Væl vitandi, at apoteksverkið hevur skapt umfatandi broytingar í dagligu arbeiðsgongdini, sum fyri kundan merkir, at hann verður skjótari avgreiddur, so er tó altíð ávís – og viðhvørt rættiliga drúgv - bíðitíð. Tórshavnar kommuna fær javnt og støðugt áheitanir frá fólki um at virka við til, at í øllum førum ein handkeypssøla kemur aftur í miðbýnum. Trupulleikin er ikki tænastan á apotekinum, men bíðitíðin og bíðiumstøðurnar í verandi útsøluhøli.

Seinastu tíðina eru hesar áheitanir vorðnar fleiri í tali. Og tá hugsað verður um tann týdning, sum gamla apotekið hevði fyri trivnaðin í miðbýnum, so fer Tórshavnar kommuna at heita á apoteksverkið og avvarðandi myndugleika at skipa so fyri, at eitt apotek aftur verður í miðbýnum. Kommunan kann um neyðugt hjálpa við at útvega egnað høli.

Sambært hagtølum apoteksins avgreiðir apotekið í Havn á leið 700 kundar hvønn einasta dag beinleiðis um diskin, av teimum eru 350 – 400 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra. Harumframt sendir Tjaldurs Apotek 100-200 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Umleið 80 fólk starvast á apotekinum í Havn. Hetta er sostatt eitt sera stórt arbeiðspláss við einum ómetaliga stórum kundaskarða.

Tá apotek fyrstu ferð lat upp í Havnini, búðu 1.500 fólk í kommununi. Tá vóru 12.000 fólk í øllum Føroyum, og hildið varð neyðugt at hava fýra útsølur um landið. Í dag eru vit fleiri enn 20.000 í Tórshavnar kommunu, men vit hava framvegis meira enn 130 ár seinni bara eina apoteksútsølu.

Við so nógvum dagligum handkeypsavgreiðslum, so átti at verið grundarlag fyri eini útsølu aftrat. Eg fari tí vegna borgarar í Tórshavnar kommunu at heita á apoteksleiðsluna um at lata eina útsølu afturat upp í miðbýnum í Tórshavn.

Heðin Mortensen
borgarstjóri