Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vilja hava nýtt apotek - í miðbýnum!

Hósdagin gjørdi Spyr.fo eina spurnakanning í Havnini. Spurt varð fyrst, um vit skulu hava eitt apotek í býnum aftrat, og í øðrum lagi, hvar apotekið skal liggja. 188 fólk svaraðu kanningini av 269 spurdum, sum gevur eina svarraðu á 70%. Niðurstøðan er, at 60% eru fyri einum nýggjum apoteki og 40% ímóti. Hjá kvinnunum er enn størri meiriliuti (69%) fyri einum nýggjum apoteki.

Hvar skal so eitt møguligt nýtt apotek liggja? Millum tey, sum ynskja eitt nýtt apotek, er greiður meiriluti (62%) fyri, at tað skal leggjast í miðbýnum, eins og allar áheitaninar á umsitingina hjá Tórshavnar kommunu leingi hava bent á.

Kanningin varð gjørd av Spyr.fo kl. 14.45-16.45 seinnapartin í gjár.

- Kanningin vísir so nøkurlunda tað, vit roknaðu við. Vit hava eisini ta fatan frá serliga teimum eldru, at tað ikki er tænastuni á Apotekinum, nakað er galið við. Tað er heldur stríðið at koma til og frá, ferðsla, parkeringsviðurskifti o.a., sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Eingin loyna er heldur, at mong eldri hava eitt nostalgiskt forhold til tað at hava eitt apotek í miðbýnum, at seta bilin á Skálatrøð ella við Bursatanga og spáka ein túr í miðbýnum og fara inn á apotekið - tað er helst eisini tí, at kanningin vísir, at so mong vilja hava eina útsølu í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.