Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Villeiðandi kanning,

 ....ikki tí úrslitini nerva meg stórvegis, men mark skal verða fyri, hvussu tú fuppar fólk. Forsíðan á Dimmu týsdagin kunnger úrslit frá einari Gallup kanningini, sum er bíløgd ( og konstruerað? ) av felagsskapi teirra, sum velja at kalla seg homosexuell.

Greið tala, verður tú leiddur at hugsa, um tú bert lesur yvirskriftir ella skjótt skimmar grein og tøl ígjøgnum. Men vágar tú tær at kanna grundarlagið nærri, sært tú eina ósmædna og freka roynd at fuppa seg til eitt ynskt úrslit.

Skeri eg teg her.

Tá Gallup o.ø. gera vanligu veljarakanningar teirra, eru hesar grundaðar á spurningar til borgarar 18 ár og eldri. Men so er ikki við hesum spurningum. Uttan himpr lækkar man aldurin til 15 ár, í einari kanning, sum hevur til endmáls at ávirka Løgtingið, har valaldursmarkið jú er 18 ár, til at broyta hjúnarbandslógina. Boðskapurin til Løgtingsfólk er greiður, ” veljarar tykkara siga í Gallup kanningini at ”....., tóat eingin 15 ára, 16 ára ella 17 ára gamalur hevur valt ein einasta av teimum 33, sum í Løgtinginum sita.

Ikki í kirkjum og samkomum...

Beinleiðis spurningurin er við byrjan greiður... ” tekur tú undir við, at samkynd í Føroyum kunnu ganga saman í borgarligt hjúnarband ”... Men so verður snildisliga lagt afturat: ... ” men ikki í kirkjum og samkomum ”... Tvs., at tað seinasta, tú hoyrir í telefonini, áðrenn tú svarar, er: ” men ikki í kirkjum og samkomum ”. Hvussu mong munnu ikki hava svarað eitt rungandi ja, ikki til fyrra spurningin um møguleikan fyri borgarligari vígslu, men til hin seinna um, at vígslan ” skal ikki verða í kirkjum og samkomum ” ?

Samanumtikið eitt klassadømi um, hvussu tú manipulerar og villeiðir! Ófatuligt at einki klókt høvd á Gallup gjøgnumskoðar slíkt!

Jenis av Rana