Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinarlig rættleiðing til KVF

Í Degi og Viku vístu tit, hvussu nógvan skatt, 5 feløg í uppisjóvar vinnuni betaltu. Av teimum vóru tvey, sum eru beinleiðis móðirfeløg. Har gloymdu tit at vísa á skatt sum dóttirfeløgini skuldu gjalda í 2014. Tað triðja felagið var eisini móðurfelag, men hevði rímuliga nógvan rakstur í móðirfelagnum eisini. Síðan vístu tit á Næraberg, sum sambært roknskapinum hevði avlop og skattur av hesum var ca. 4 milliónir í 2014 og ikki null sum stó á skerminum. Síðan var North West Pelagic, sum hevði avlop at skatta av á 647.000 og tað eigur at rundast uppeftir til 1 millión og ikki null sum tit vístu á skerminum.

T.v.s. at øll nevndu feløg høvdu skattligt avlop í 2014. Hjá onkrum av hesum bleiv tað so mótrokna í gomlum undirskotum. Men tað broytur ikki niðurstøðuna um at tey øll skuldu gjalda skatt í 2014

Síðan vístu teir at Krúnborg útbetalti vinningsbýti á 219 milliónir. Har gloymdu teir at nevna, at vinningsbýtisskatturin er 35% og tí betaltu eigararnir kr. 77 milliónir í vinningsbýtisskatti, umframt at teir hava goldið kr. 54 milliónir í vanligum partafelagsskatti av hesum 219 millióninum ella 131 mió. í skatti av 274 mió. svarandi til 47,8% í skatti. So heilt einki hevur landskassin ikki fingið burtur úr. Og vinnutólið er framvegis í drift, hóast nýggjan eigara.

Tað er ikki passandi fyri almenna KVF at reka ósakligan tíðindafluting so tætt uppundir løgtingsval.

Eivind JacobsenStrendur


Knappliga ber ikki til, at leggja myndir út á heimasíðuna. Havi gjørt vart viðå hetta hjá veitaranum, sum er Knassar, og gangi út frá, at hetta verður rættað beinanvegin.

Dan Klein