Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VINNUHÚSIÐ Á VESTARU VÁG VÆL Á VEG

Á miðdegi í dag varð arbeiðið at klæða vinnuhúsið á “Vestaru Vág” formliga liðugt. Avtalan millum ánara og byggiharran um yvirtøku er undirskrivað.

- Vit gleðast um at arbeiði hevur gingið so væl og at kostnaðarætlanin hevur hildið, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari og leggur afturat, at “nú farið verður at projektera innrættingina, er umráðandi at vinnan heldur seg frammat, eitt nú skulu vit hava eitt matarstað í bygningin og Tórshavnar havn ætlar ikki at reka matarstaðið. Tað má vinnan gera”.

Í vinnuhúsinum á Vestaru Vág, er ætlanin at hýsa fyritøkum, ið hava atknýtt virksemi til sjóvegis vinnu.

Fyrimunirnir er eyðsýndir, tí hetta verður staðið, har vitan miðsavnast. Hetta ger, at smærri fyritøkur kunnu nýta sínar kjarnuførleikar og bert í ávísum førum nýta tíð til umsitingarligt arbeiði. Ítøkiliga merkir hetta, at møguleikar eru fyri:

· Felags fundar- og ráðstevnuvirksemi

· Felags post, kopiering og print

· Felags matarhøll

· Felags telefonansan

· Felags reingerð

· Felags alnetsamband

· Atgongd til altjóða vitan og fundarhøli uttanlands

Harumframt eru aðrir minni ítøkiligir fyrimunir:

· Netverk til aðrar í vinnuni

· Vitanardeiling

· Ein inngongd hjá møguligum íleggjarum

· Vakurt nýinnrættað umhvørvi at bjóða kundum sínum

Eisini vil vinnuhúsið á Vestaru Vág virka fyri, at leigarar hava møguleika fyri altjóða samstarvi. Tí arbeiðir vinnuhúsið á Vestaru Vág fyri limaskapi í Enterprise Europe Network. Harumframt verður arbeitt við at skapa atgongd til líknandi altjóða virkishús, ið trygt kunnu veita holla ráðgeving á ymiskum landafrøðiligum marknaðum.

Fleiri upplýsingar viðvíkjandi vinnuhúsinum á Vestaru Vág fáast við at venda sær til havnaskrivstovuna á tel. 31 17 62 og www.portoftorshavn.com'