Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnulív – ella onki lív

Eysturoyggin og Norðoyggjar eru vinnudepilin í Føroyum. Her verða stór virði skapt, sum eru grundarlagið undir vælferð og samfelagi. Seinastu árini hevur vinnan fingið verri og verri kor at virka undir frá politiska myndugleikanum. Hetta hevur avleiðingar. Vinnuvirkir megna illa trýstið frá fleiri almennum gjøldum, reguleringum og eftirlitum. Nakrar vinnufyritøkur missa hugin og hóra ikki undan. Hvørja ferð ein vinnufyritøka leggur árarnar inn, verða færri arbeiðspláss og færri skattainntøkur. Og so má almenni myndugleikin kroysta enn meiri.

Miðflokkurin vil tað øðrvísi

Tað er ikki gongd leið at leggja fleiri byrðar á vinnulívið. Vit mugu fara hinvegin og síggja, at har byrjar allur búskapur og búskaparframgongd. Tí eiga vit í komandi valskeiði at taka burtur nøkur av teimum drepandi avgjøldunum, sum ABC-samgongan hevur lagt á vinnulívið. Tá fær vinnan aftur luft undir veingirnar og fær nýtt flog.

• Tá verða fleiri arbeiðspláss.

• Tá verða fleiri inntøkur.

• Búskapurin veksur, og tá fløvar eisini av sær sjálvum í landskassanum.

• Og tá ber til at tosa um framhaldandi vælferð.

Arbeiðspláss

Úrslitið av politikkinum hjá “sterku” ABC-samgonguni er eitt støðugt arbeiðsloysi og dundrandi hall á fíggjarlógini. Tá 1600 fólk ikki eru í framleiðsluni, sigur tað seg sjálvt, at búskapurin fer skeiva vegin. Tí mugu tiltøk beinanvegin setast í verk fyri at fáa fleiri arbeiðspláss.

• Alivinnan kann framvegis vaksa og útvega fleiri nýggj arbeiðspláss. Tó krevjast nøkur ítøkilig politisk tiltøk, fyri at tryggja framgongdini.

• Stórir møguleikar liggja í virking av uppisjóvarfiski á landi. Miðflokkurin vil saman við vinnuni tryggja neyðugar lógarreguleringar fyri at skapa nýggj arbeiðspláss og búskaparvøkstur.

• Virking av triðjalandsfiski eigur at takast í størri álvara. Miðflokkurin skjýtur upp at endurgjalda tollavgjøldini, so hesin parturin av vinnuni verður kappingarførur.

Ferðavinnan

Uppskot Miðfloksins um Ferðaráð er samtykt og fer at virka. Nógv arbeiðspláss til verkafólk kring landið liggja í ferðavinnuni. Miðflokkurin fer í komandi landsstýri at seta ferð á ferðavinnuna fyri eisini á hesum øki at skapa búskaparvøkstur.

Vælferðin

Skulu føroysku familjurnar aftur hava tað gott og skulu vælferðartilboðini, sum ongin vil av við, framhaldandi tryggjast, eiga vit nú at fáa ferð á ein framsøknan vinnupolitikk.

Bill Justinussen