Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnumálaráðið ynskir loysn fyri sigling hjá Smyrli

Arbeitt verður við at finna loysnir fyri siglingina hjá Smyrli. Óbroytt túratal í 2015 er tryggjað, men lógarkravið um hvíldarreglur ber í sær, at tað fyri 2014 er ein fíggjarlig avbjóðing at halda ferðaætlanina á sama støði sum frammanundan, tvs. við 32 túrum um vikuna

- Tað eru útreiðslur í sambandi við nýggjar hvíldarreglur fyri manningina á Smyrli, sum bera í sær, at Strandfaraskip Landsins (SSL) hevur fíggjarligar avbjóðingar við at halda túratalinum uppi á 32 vikuligum túrum. Talan er ikki um politiskan illvilja ella nakað tílíkt frá landsstýrismansins ella frá Vinnumálaráðsins síðu.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið ynskir eina loysn á spurninginum um siglingina hjá Smyrli.

Ferðaætlanin fyri 2015 er løgd, og har eru 32 vikuligir túrar, so tann parturin er avgreiddur. 

  Fíggjarliga avbjóðingin fevnir sostatt um tíðarskeiðið 20. august - 31. desember 2014, og hon verður at taka upp í sambandi við eina eykajáttanarumbøn.

Tær nýggju hvíldartíðirnar umborð á Smyrli komu í gildi 20. august 2014. Tær seta SSL undir eitt ávíst fíggjarligt trýst, tí um bert eitt lítið frávik frá ferðaætlanini kemur í, kann tað bera fíggjarligar eykaútreiðslur í sær. Lítið og onki er at geva út av. Er skipið t.d. hálvan til heilan tíma seinkað - tað kann vera av ringum veðri, so skipið má fara vesturum - so kann henda, at ein túrur má takast burtur úr ferðaætlanini, tí hvíldarreglur skulu haldast. Skal eyka manning umborð á Smyril í slíkum førum, tyngir tað raksturin so mikið, at hann fæst ikki at hanga saman.

- Vónandi ber til at finna eina loysn, ið varðveitir túratalið upp á 32 túrar um vikuna, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum.