Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Virðisbrævamarknaðir órógvaðir í 2020

Tá Covid-19 rakti, fekk tað beinanvegin ávirkan á fíggjarmarknaðin, og dagligu sveiggini vuksu í mars mánaði 2020 til hægsta støðið síðani fíggjarkreppuni í 2008. Óvanliga stór fíggjar- og peningapolitisk tiltøk vórðu sett í verk fyri at oysa gjaldføri út á marknaðirnar. Tiltøkini gjørdu, at marknaðirnir rættaðu seg upp aftur eftir rættuliga stuttari tíð, og tá byrjað varð at koppseta móti sjúkuni, gjørdust íleggjarar aftur meira váðafúsir og keyptu fleiri partabrøv.

Jaliga gongdin á fíggjarmarknaðunum frá metárinum 2019 helt í stóran mun á til miðjan februar, tá tað av álvara gekk upp fyri íleggjarum, at Covid-19 ikki bert kundi avbyrgjast sum eitt kinverskt fyribrigdi, men kundi breiða seg um allan heim. Ásannanin gjørdi, at partabrævakursirnir fullu ógvusliga í vikunum, sum komu. Tá óvissan er stór á fíggjarmarknaðinum, fara íleggjarar frá váðamiklum aktivum sum partabrøvum, yvir í tryggar íløgur sum stats- og realkreditlánsbrøv. Hetta gjørdi at renturnar hækkaðu, samstundis sum partabrævakursirnir lækkaðu ógvusliga, sí Mynd 1 niðanfyri.

Fallið í kursunum á partabrøvum í fyrsta ársfjórðingi 2020 var søguliga stórt, bæði í mun til, hvussu skjótt tað hendi, og hvussu nógv tað fall uppá stutta tíð. 23. mars 2020 var dagurin, har tað sá ringast út; tá fall amerikanska vísitalið S&P500 við 24,3% og týska DAX við 27,7%. Heimsvísitalið MSCI fall við ikki minni enn 28,9% (ikki víst á myndini).

Henda gongd líkist tí undir fíggjarkreppuni í 2008, men hesaferð handlaðu myndugleikarnir skjótt. Óvanliga stór fíggjar- og peningapolitisk tiltøk vórðu sett í verk í USA og Evropa. Miðbankarnir keyptu stats- og realkredittlánsbrøv í stórum mongdum og oystu gjaldføri út á marknaðirnar. Harumframt vórðu stórir fíggjarpolitiskir hjálparpakkar samtyktir. Tiltøkini hjálptu og gjørdi at marknaðirnir blivu meira støðugir og rættaðu seg upp aftur eftir rættuliga stuttari tíð.

Fíggjarmarknaðurin í 2020 er sostatt eyðmerkt av Covid-19 farsóttini, men í desember mánaði hómaðist ein glotti, tá byrjað varð at koppseta móti sjúkuni, og tá gjørdust íleggjarar aftur meira váðafúsir og keyptu fleiri partabrøv. Við ársenda 2020 vóru øll trý vísitøl fyri partabrøv omanfyri 100, tað vil siga, at virðið á partabrøvum var hækkað síðani ársbyrjan 2020.

Mynd 1 Kursfall í mars mánaði riggaði ikki

Vísitøl fyri partabrøv, 30.12.2019 = 100

----------------

Trýst á linkir niðanfyri:

Virðisbrævamarknaðir órógvaðir í 2020 (landsbankin.fo)

Fíggjarstøða landskassans er góð men nettoogning átti at verið størri  

Higartil ein V-gongd í búskapinum av Covid-19