Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIRKISVITJANIR Í KAVAROKI

Hóast høvuðsstaðurin er í undantaksstøðu var borgarstjórin á virkisvitjan fyrrapartin. Trý virki úti við Velbastaðvegin fingu vitjan fyrrapartin. Ætlanin var at støkka inn á gólvið hjá fleiri virkjum, men nógvi kavin leyp ólag á alla ferðsluna í høvuðsstaðnum. Borgarstjórin vitjaði El-net, Nordcar og Uno.

Fyrsta vitjanin í morgun var hjá El-Net. Fyritøkan byrjaði í 2006 í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Bernhardi H. Petersen, stjóra. Men El-Net er vaksið nógv í vavi síðani, og tí keypti fyritøkan bygningin á Grønlandsvegnum í 2011. Her heldur fyritøkan til og hevur haraftrat eisini eina deild í Vestmanna. Tað gongur væl hjá fyritøkuni, sum nú hevur 28 fólk í starvi. El-Net hevur fleiri lærlingar, og starvsfólkini hava akkurát verið í sveinagildi hjá sætta lærlinginum, sum hevur lært hjá El-Net. Fyritøkan ger alskyns el-arbeiði bæði umborð á skipum og á landi fyri virki, stovnar og privatfólk. Og tað gongur væl. Felagið hevur ongantíð áður arbeitt við so nógvum stórum verkætlanum í senn. Í løtuni arbeiðir El-Net millum annað í Sjóvinnuhúsinum og í tannlæknamiðstøðini í Vestmanna. El-Net eigur eisini helvtina av El-frost, sum er góðkendur køliveitari. El-frost heldur eisini til í sama bygningin. Stóri í El-frosti er Kristian Martin Skála.

Nordcar í Smiðjugerði hevur tíggju ár á baki. Bilsølan selur bilar í fínara endanum. Stjóri í fyritøkuni er Gordon Rajani. Og stjórin letur væl at. Nordcar hevur 10 fólk í starvi og seldi 80 bilar í fjør – harímillum fleiri vørubilar. Fyritøkan arbeiðir í løtuni við at savna verkstaðin í Smiðjugerði. Nordbil á Oyggjarvegnum er partur av Nordcar, hóast talan enn er um tvey feløg. Tað er verkstaðurin hjá Nordcar, sum verður fluttur oman til Nordcar. Samlað selur fyritøkan 10 ymisk bilmerki. Annars gleða starvsfólkini seg til, at brúgvin um Sandá verður liðug, tí tá verður fyritøkan enn betri sýnisgluggi hjá bilførarum, sum koyra aftur og fram millum Havnina og Argir. 

Fyritøkan Uno lat upp í 2012 í Jóannesar Paturssonar gøtu í 2012. Tá helt einsamalli eigarin og stjórin, Dánjal Petersen, til á 41 fermetrum. Síðani er Uno flutt tvær ferðir. Í dag heldur Uno til í Smiðjugerði á oman fyri 500 fermetrum. Fýra fólk eru í starvi og haraftrat er ein bókhaldari knýttur at fyritøkuni. Í byrjanin seldi Dánjal súkklur. Síðani hevur fyritøkan víðkað um vøruútboðið soleiðis, at hvítvørur og køkar eru komnir aftrat í vøruskránna. Dánjal sær fleiri vakstrarøki. Fyritøkan gjørdi nógvar íløgur í fjør, og tí vænta starvsfólkini eisini at økja søluna í 2015. Vónandi verður vøksturin 25 prosent, sigur stjórin. Hóast nýggir og spennandi vørubólkar eru komnir aftrat, selur Uno framvegis nógvar súkklur. Í fjør var metár. Fyritøkan seldi oman fyri 700 súkklur til føroyingar, sum av álvara eru farnir at hugsa um heilsu og rørslu. Vit síggja stóra áhugan, tí vit selja og umvæla súkklur sum ongantíð áður, sigur Dánjal Petersen, stjóri.