Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Talan er um eina slóðbrótandi roynd av svimjarum, ið verður gjørd á landi

Mynd: Svimjing.com

Vísindalig grein um roynd av føroyskum úrvalssvimjarum

Nýment roynd kann svara, um svimjarar eru førari til stuttar ella langar teinar í hylinum. Vísindalig grein um royndir av føroyskum svimjarum er útgivin í altjóða tíðarriti

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolai B. Nordsborg, professari á Københavns Universitet, eru høvuðsrithøvundar til greinina við heitinum, “A 3-min All-put Upper-body Test for Competitive Swimmers”.

Greinin er júst er útgivin í tíðarritinum, International Journal of Sport Medicine.

Øll granskingarverkætlanin er gjørd í Føroyum við úrvælssvimjarum úr Havnar Svimjifelag og Ægir sum royndarpersónum. Team Danmark og altjóða svimjisambandið, FINA, hava stuðlað verkætlanini fíggjarliga.

Kanningarnar eru gjørdar á Human Performance Laboratory á iNOVA sum ein samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya, Københavns Universitet, Svimjisamband Føroya og Team Danmark.

Í stuttum er talan um menning av eini nýggjari yvirkropsroynd, sum neyvt lýsir kropsliga avrikspartin í úrvalssvimjing.

Arbeitt verður av øllum alvi (maksimalt) við yvirkroppinum á einum svimji-ergometri í tríggjar minuttir, og menningin av kraft og effekt ella power verður neyvt mátað gjøgnum alla royndina.

Kanningin vísir, at ymisku avriksmátini, sum royndin greinar, geva greiðar ábendingar um avrik í svimjihylinum á stuttum (50-100 m), miðal-longum (200-400 m) og longum (800-1500 m) teinum. Hetta merkir, at royndin kann brúkast til at fylgja við ymiskum fysiologiskum tillaginum til kropsliga venjing í svimjing, men eisini til at meta um, hvørt ein svimjari hevur “fysiologisk evni” til svimjing á stuttum ella longum teinum.

- Hetta er fyrstu ferð, at ein eftirfarandi test á landi er ment og kannað vísindaliga, og sum lutfalsliga lýsir fysiologiskan førleika til avrik í øllum teinum í frísvimjing (50-1500 m), sigur Magni Mohr, verkætlanarleiðari.

Royndin hevur tann stóra fyrimun, at hon bert mátar kropsliga partin av svimjiførleikanum og ikki tann tekniska partin, og tí ber til at greina og skilja burtur úr tann kropsliga avrikspartin á úrvalssvimjing.

Samandráttur av greinini kann lesast

https://pubmed.ncbi.nlm.nih.gov/33352602/