Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vísindaliga viðurkent avrik

Nú var ein viðmerkjari í útvarpinum, sum skuldi siga nakað um mína framløgu týskvøldið í sjónvarpinum.

Skilligt var, at hann var meint raktur, og hevði ilt við at fóta sær.

Mangt verður í neyðini nýtt, og tað hann bar fram á torg, var at eg segði nakað, sum bygdi á tað, sum eg sjálvur hevði skrivað um viðurskifti okkara. Hann rak framundir, at tað eg bar fram ikki var vísindaliga viðurkent.

Hetta er ein fullkomin misskiljing, sum bert kann koma frá einum, sum ikki hevur kunnleika til vísindaligt háttalag.

Í vísindum verða settar fram tilgitingar, hypotesur. Tær skulu byggja á haldgóða grund, og eru tulking vísindamansins av tí veruleika, sum hann sær.

Men hvussu kunnu onnur líta á, at ein slík tilgiting er røtt?

Tað er bert ein eftirlitsmyndugleki, og tað er framsagnarfrælsi.

Verður ein hypotesa sett fram alment, so kunnu allir aðrir vísindamenn lesa hana, og tað er teirra skylda at tala at, um so er at tilgitarin hevur brúkt skeivt keldugrundarlag ella hevur tulkað veruleikan skeivt. Sær ein vísindamaður slíkt, er tað hansara vísindaliga skylda at tala at, so almenningurin ikki verður lumpaður.

Men hvat um hann ikki dugir at síggja nakað skeivt í tí, sum verður sett fram?

Tá hevur hann onga orsøk til at siga nakað. Við at tiga viðurkennur hann, at hann ikki kann síggja nakað skeivt í tilgitingini, hypotesuni. Vantandi andmæli er í vísindaligu høpi tí tað sama sum góðkenning.

Mær er tann heiður sýndur í vísindaliga orðaskiftinum, at tað, eg havi ført fram, ikki hevur fingið nakað andmæli.

Tað var við bivandi hjarta, at eg í áttatiárunum setti fram ta tilgiting, at okkara altjóðarættarliga støða var, at vit vóru saman við Danmørk sambært sambandssáttmálanum, sum gav okkum rætt til sjálvstýri og okkara egnu stjórn, sum hevur eins nógv vald sum stjórn Damarkar, tá talan er um uttanríkispolitikk.

Tað er hesum okkara rætti, teir politisku flokkarnir í Føroyum enn einaferð stilla upp til fólkatingsval fyri at forða okkum at fáa.

Fyri at svíkja okkara frumburðarrætt fáa teir judasarpengar: 30,50 fyri hvørja atkvøðu.

Zakarias Wang=