Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Visjón fyri høvuðsstaðin

Politisk visjón

Tórshavnar Kommuna eigur serliga sum høvuðsstaður at hava eina politiska visjón og skapa eina atdráttarmegi til gagns fyri allar Føroyar. Henda visjón skal síggjast aftur í verkætlanum, langtíðarætlan, vakstrarætlan og økismenningarætlan fyri kommununa.

Visjón 2016

• Menningin av Tórshavnar Kommunu skal verða á sama støði sum í okkara grannalondum og annars teimum framkomnu kommunum, sum vit vilja samanberast við

• Kommunan skal verða eitt stað, har fólk trívast, mennast og hava avbjóðingar

• Vinnan skal verða kappingarfør og skapast skulu karmar fyri menning, búskaparvøkstri og íverksetan

Verkætlanir og menningarlop

Tórshavnar Kommuna hevur ætlanir um at fyrireika og gera nógvar størri og smærri íløgur. Talan er m.a. um størri verkætlanir, sum hava við sær menningarlop fyri kommununa og kunnu flyta mørk – í mun til vanligan rakstur og tillagingar.

Í hesum sambandi eigur kommunan at gera neyðugar raðfestingar av verkætlanum – treytað av nyttuvirði fyri borgaran og vinnuna, kostnaður o.a.

Langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur

Í løtuni hevur kommunan onga langtíðarætlan fyri íløgur. Íløgurnar verða framdar og settar á fíggjarætlanina uttan at tryggja, at heildin hongur nóg væl saman. Fleiri av íløgunum verða gjørdar, tá kommunan verður tvungin at gera tær vegna ellisbrek ella td. tá fleiri anlegg øll eru við at gerast gomul í senn.

Fyri at geva pláss fyri týðandi og neyðugum íløgum og stýra rakstrarútreiðslunum verður kommunan noydd at leggja eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur – ein heildarætlan.

Vakstrarætlan

Ein vakstrarætlan fyri kommununa skal m.a. verða við til at tryggja ein vinnudrivan vøkstur, skapa fólkavøkstur, tryggja ríkt mentarlív, fremja altjóðagerð o.a.

Økismenningarætlan

Tórshavnar Kommuna er sett saman av fleiri økjum, sum fyrr vórðu sjálvstøðugar kommunalar eindir. Hetta hevur við sær, at kommunan má gera eina skipaða ætlan fyri, at øll øki í kommununi fáa gagn og nyttu av samanlegging, og fáa javnbjóðis møguleikar og atgongd til kommunalar tænastur og skipanir. Valið er títt komandi týsdag!

Annfinn Brekkstein

Valevnið Sambandsfloksins og limur í Tórshavnar Býráð