Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Visjónskjak um framtíð Føroya í norðurlendska samstarvinum

Seinastu dagarnar hava norðurlendsku samstarvsráðharrarnir verið á fundi Stokkhólmi og umrøtt, hvussu norðurlendska samstarvið skal mennast komandi árini. Annika Olsen, ið er norðurlendskur samstarvsráðharri í Føroyum, tók lut á fundunum. Undir orðaskiftinum vísti Annika Olsen enn einaferð á, at tað er neyðugt at broyta formligu forðingarnar fyri einum komandi føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

- Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning fyri Føroyar. Vit hava nógv at geva til tað norðurlendska samstarvið og vit hava eisini stóra gleði av at samstarva við hini norðurlendsku londini. Áhugin fyri Arktis og møguleikarnir í arktiska økinum er støðugt vaksandi og tí er umráðandi, at Føroyar eru ein javnbjóðis partur í tí norðurlendska samstarvinum á øllum stigum, vísti Annika Olsen á.

Á visjónsfundinum í Stokkhólmi fingu øll norðanlond høvi til at føra fram teirra sjónarmið og dúgliga hevur verið kjakast um, hvussu norðurlendska samstarvið skal skipast komandi árini. Við støði í orðaskiftinum seinastu dagarnar skal nú eitt visjónspappír skrivast saman, sum skal vera grundarlagið fyri visjónini fyri norðurlendska samstarvið komandi árini.