Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vísundavøkan 2012

Havstovan var við á Vísindavøkuni 27. og 28. september 2012 í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð, ið Granskingarráðið skipaði fyri. Tiltakið var partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night, har ymsu granskingarstovnarnir í Føroyum fingu høvi at vísa fram teirra gransking.

Ein tíðindamaður frá Kringvarpinum spurdi, um alt tað, ið Havstovan tekst við, rúmast á einans einum borði? Tað ger tað sjálvsagt ikki. Eitt er, at pláss ikki er fyri Magnusi Heinasyni og aðrari størri útgerð, so sum troli og nógvum ymsum mátitólum, men eisini tí at virksemi á stovninum er so fjølbroytt.

Tó so, at við tveimum borðum og tveimum fyrilestrum megnaðu fólk frá Havstovuni at koma rættiliga víða um og greiða frá millum annað: havfrøði, plantuæti, djóraæti, nebbasild, ferðingarmynstri hjá upsa, hvussu nytrur verða tiknar úr fiski og hvussu aldurin verður lisin, um sjófugl og hvussu ein lundahola við innbygdum myndatóli sær út, tá hon stendur úti í lundalandinum.

Samanumtikið má sigast, at áhugin fyri básinum hjá Havstovuni var sera stórur og nógv fólk komu at forvitnast.