Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava áræði dirvi og mót upp á framtíðina

- Tað ræður um at hava áræði, dirvi og mót upp á framtíðina, og tað tori eg við vissu at siga, at vit hava her í kommun­uni. Bæði sum persónar, sum kommuna, sum vinna ella í felagsskapi á ymsan hátt. Tað merkja vit – og tað vísa tølini, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, í heilsan til starvsfólkini hjá kommununi. Nú jólini stunda til, varð – eins og undanfarin ár – skipað fyri samkomu fyri teimum, ið starvast hjá kommununi, har starvsfólk fingu høvi at heilsast, nú árið er um at enda.

Næmingar á Klaksvíkar Tónlistaskúla framførdu jólaløg og ymsar framløgur vóru aftur við jólagløggi og onkrum góðum afturvið.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bar fram eina heilsan til starvsfólkini, sum vit her endurgeva partar av, har hon takkaði teimum fyri teirra innsats í árinum, sum nú endar, og ynskti øllum gleðilig jól.

Høgtíðin, har vit eru nærverandi

Danski presturin Johannes Møllehave heldur, at vit menniskju hava ein trupulleika. Vit áttu verið nærverandi í tí nærverandi, men alt ov ofta eru vit fráverandi í tí nærverandi og nærverandi í tí fráverandi.

Kanska er tað tíðin, sum leggur upp til tað. Kanska eru vit tikin eitt sindur av fótum av óteljandi tilboð­unum av øllum hugsandi slagi, sum nútímans samfel­agið gevur okkum.

Men tíbetur hava vit eisini nógv høvi, har vit veruliga kunnu brúka tíðina til at verða saman sum menniskju – har vit bæði kunnu líta aftur á farna dagar, njóta løtuna, sum hon er, og líta frameftir. Og er tað nøkur høgtíð, sum fram um allar leggur upp til hetta, so er tað jóla- og nýggjárshøgtíðin.

Á jólum og á nýggjárinum brúka vit nógva tíð til tað, sum hevur allarstørsta týdning í lívinum – okkum sjálvi, familjuna, vinirnar og onnur.

Vit dyrka felagsskapin við onnur menniskju í enn størri mun enn vanligt. Eru saman sum familja, vinir og felagar. Práta og lurta, geva gætur, og hugna okkum. Halda jól og hugsa um jólaboðskapin. Feira gamla og nýggja árið og gera okkum nakrar tankar um skiftið. Taka saman um eitt farið ár og seta okkum nýggj mál fyri komandi árið.

Vit vita eisini, at hetta er ein kenslurík tíð. Vit kenna nógvar góðar kenslur, kenna okkum glað, heppin og lukkulig. Men vit kunnu eisini kenna okkum kedd og syrgin. Hava vit mist onkran, sum stóð okkum nær, tykist hetta at standa sterkt hesa ársins tíð. Missur og skilnaður er ein partur av lívinum, men vit kunnu royna at minnast til, at syrgja vit nakað, sakna vit okkurt, er tað vanliga tí, at tað var nakað gott, vit fingu høvi at uppliva.

2011 – gott ár fyri okkara kommunu

Hetta hevur verið eitt gott ár fyri okkara kommunu. Tað er hent nógv í okkara øki, og virksemið hevur verið stórt. Vit kunnu eisini fegnast um, at seinastu tíðina hava vit havt góðan fólkavøkstur her í økinum, og tað vóna vit fer at halda fram.

Vit hava eisini havt vøkstur í inntøkunum hjá komm­ununi. Skattainntøkan er vaksin við góðum seks pros­entum í ár, og tað sigur nakað um stóra virksemið, sum er her í okkara parti av landinum.

Fyri nøkrum árum síðani var skattaprosentið í kom­mununi sett upp, og nú fleiri pengar koma í kassan, hevur býráðið gjørt av, at skattaprosentið skal lækkast eitt hálvt prosent næsta ár, so eisini okkara borgarar merkja og fáa lut í framgongdini.

Fiskivinnan ein drívmegi

Vit merkja hvønn dag, hvussu stóra virksemið í fiski­vinnuni er ein drívmegi í okkara samfelag. Okkara skip og bátar fiska og framleiða sum sjáldan. Virkini á landi hava stóra framleiðslu við nógvum arbeiðsfólkum.

Og aðrar vinnur og tænastur eru eisini við til at stuðla undir fiskivinnuna og njóta gott av hennara stóra virksemi.

Vit hava eisini aðrar vinnur og tænastur, har fólk í hópatali dríva á, og hóast tíðirnar hjá summum ikki eru, sum tær hava verið, er fólk vónrík og framtaks­hugað – og tað er gull vert fyri okkara kommunu.

Vit hava almennar tænastur, sum vit ferð eftir ferð kunnu fegnast um. Og saman við teimum hava vit eisini frítíðarfeløgini, ítróttarfeløgini, sjálvbodna arbeiðið og kirkjur og samkomur, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag.

Vit hava áræði dirvi og mót upp á framtíðina

Vit kunnu verða errin av okkara kommunu, nú vit standa framman fyri enn einum ársskifti. Vit hava tikið við teimum stóru avbjóðingum, ið vit sum persónar, kommuna og samfelag hava havt. Og vit hava upplivað frambrot og framburð á nógvum økjum.

Sjálvandi hava tíðirnar eisini broytingar við sær – broytingar, sum vit ikki sleppa undan. Men tað ræður um at hava áræði, dirvi og mót upp á framtíðina, og tað tori eg við vissu at siga, at vit hava her í kommun­uni. Bæði sum persónar, sum kommuna, sum vinna ella í felagsskapi á ymsan hátt. Tað merkja vit – og tað vísa tølini.

Eg fari til seinast at takka hvørjum einstøkum av tykkum fyri eitt gott ár. Takk fyri, at vit veruliga standa saman, tá ið brúk er fyri tí, at vit tora at taka avbjóðingar á okkum, at vit síggja møguleikar og arbeiða til frama fyri okkara bý, bygdir, kommunu og land.

Eg ynski øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.