Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava eisini vent halli til avlop

Landsstýrið hevur lagt uppskot til fíggjarlóg fyri 2018 fyri løgtingið, og vit hoyra aftur boðskapin um, at samgongan hevur vent halli til avlop. Men hvussu rætt er hetta úttalilsið?

Ímynda tær ein bát, har menn standa við snellurnar og draga fisk inn á dekkið. Meðan teir stríðast við hetta, liggur ein maður í koyggjuni og svevur. Hetta gongur fyri seg í nógvar dagar. Teir á dekkinum fáa ein fiskin fyri og annan eftir, meðan hin svevur. Men tá skipið er um at vera fult, kemur maðurin í koyggjuni uppá dekkið, og tað passar soleiðis, at hann dregur seinasta fiskin inn um lúnningina, áðrenn skipið fer at sigla heim við fullari last.  

Tá skipið kemur til lands, reypar hesin maðurin um, at tað var hann sum fylti skipið. Tá hann kom upp á dekkið, var skipið ikki fult, men tá hann hevði verið har eina løtu, bleiv tað fult. Hann fekk jú tann seinasta fiskin. 

Hevði arbeiðið sum allir hinir høvdu gjørt, áðrenn hann kom undan fjarðunum so ongan týdning? Jú sjálvandi! 

Arbeiðið vardi í nógv ár
Í 2008 varð stórur partur av heiminum raktur av eini fíggjarkreppu. Vit í Føroyum merktu hana eisini. Samgongan sum kom til á heysti sama árið tók ta avgerð, at heldur enn at traðka harliga á bremsuna, skuldu vit halda gongd í samfelagshjólunum. Úrslitið av tí var, at landskassin hevði 688   mió. krónur í undirskoti í 2009. Síðani tá er eitt miðvíst arbeiði gjørt, fyri at venda hallinum aftur til avlop. Ímeðan hava onnur ligið og sovið sín søta andstøðu-svøvn. Men á valinum í 2015, tá hallið næstan var burtur, komu hesi uppá dekkið, drógu teir seinastu fiskarnar inn um lúnningina, og ganga nú og reypa av, at tey hava vent hallinum til avlop.

Jú hallið er vent til avlop, og tað kunnu vit øll fegnast um, - men tað eru altso ikki bara teir seinastu fiskarnir sum gera, at lastin á einum skipi verður full.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður