Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mangla eisini eitt psykiatriskt røktarheim

Hví eina sosial psykiatri.

Tað er ein klár atskilljing í paragraf 107 og 108 , sum skulu nýtast hjá eini visitatións nevnd ella bólki til at meta um, tað einstaka búfólki, sum skal visiterast til eina íbúð innan tað sosial psykiatriska økið, tildømis hevur tørv á einari íbúð yvir longri ella styttri tíðarskeið.

Um vit ynskja at hava eina vælvirkandi sosialpsykiatri, so mugu vit eisini invistera meira pening í umráði og hetta krevur ein politiskan vilja. Sosialpsykiatriðin er sum nú tann forlongdi armurin hjá behandlings/hospitalpsykiatriðini og tískil eigur tað at bera við sær á ein natúrligan hátt og ger tað eisni í stóran mun at øll búfólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til sosialpsykiatriðina eru sálarliga so mikið væl fyri, at tey megna at taka hond um seg sjálvi og í minni mun innan ymisk ella ávíst øki hava tørv á hjálp ella stuðuli frá starvsfólkunum.

Í stuttum fyriheldur tað nú seg soleiðis, at tú sum eitt búfólk við sálarligum trupuleikum, kannst koma í eina medisinska viðgerð í behandlings/hospital psykiatriðini og út frá eini fakligari heildarmeting, sum tekur atlit útifrá eina heildarlýsing, kannst tú verða útskrivaður aftur, um tú ert stabiliseraður ella er mettur at hava ein góðan habituellan tilstand.

Tað sum manglar innan tað psykiatriska øki er ein útslusning - ella rehabiliterings eind, sum eigur at verða tann forlongdi armurin hjá behandlings/hospital psykiatriðini og á hinari síðuni sosialpsykiatriðini.
Henda eindin eigur at virka fyri, at eitt nú búfólk sum verða útskrivaði frá hospital/behandlingspsykiatridini aftur í styttri ella longri tíðarskeið her hava møguleika fyri, at venja seg við og átaka sær alsamt fleiri praktiskar uppgávur í gerandisdegnum og á henda hátt aftur brynja seg til, at taka hond um egna tilveru og allar tær praktisku uppgávur og aðrar avbjóðingar, sum standa seg upp, tá ið tú sum búfólk, skal liva í egnari íbúð.

Tá ið so hesi fakfólk í tøttum samstarvi vid starvsfólk innan tað sosialpsykiatriska øki úti frá eina heildarlýsing meta um, at tað einstaka búfólki er komi seg so mikið og hevur gjørt so stór framstig, so verður tað heldur ikki eitt so stórt og í summum óyvirkomuligt fet at taka hjá tí einstaka búfólkinum, frá at hava havt eitt nú ein partvís sjálvsrætt til at fáa ein fullkomnan sjálvsrætt.

Yvirornað skal tað sosial psykiatriska økið sjálvsagt hava eitt grundleggjandi virðisgrundarlag, sum byggir uppá menniskjalig virði, ið øll kunnu identifisera seg við og sum mangt annað fagnar, ymiskleika, samstarv, respekt, rættvísi, virðing og dialog.

Vit mugu bara ikki gloyma, at øll mennisku nevnliga eru ymisk og standa í einari ymiskari støðu eitt nú vegna sálarliga avbjóðingar ella aldur. Okkara uppgávu er tískil eisini at skapa ymisk umhvørvir og tilboð innan tað sosial psykiatriska øki, har búfólk við heilt specifikkum/serligum avbjóðingum kunnu liva saman og fólk, sum eru komin til pensiónsaldur, kunnu liva saman í einum psykiatriskum røktarheimi.

Tey tilboð, vit sum fakfólk kunnu bjóða búfólkum í gerandisdegnum taka útgangsstøði útifrá tí einstaka búfólkinum og teirra førleikum og áhugámálum.
Øll búfólk ynskja ikki tað sama og hava heldur ikki líka stórar ella umfatandi ætlanir til teirra lívsleið frameftur. Tað finnst ikki ein orsøk til hetta, men ein sera nærliggjandi og afturvendandi orsøk er, at eitt búfólk um 30 ára aldur hevur fleiri langtíðar mál og aðrar ætlanir, meðan eitt búfólk um 70 ára aldur í størri mun mest ynskir at nýta høvi til at nýta lívið.

Vit eru einki aftanfyri eitt nú arbeiði og útviklingina innan tað sosial psykiatriska øki í Danmark. Ætlanin er, at tríggjar stórar eindir skulu byggjast í Kepmannhavn og verða lidnar til næsta ár. Øll búfólkini, sum eru visiteraði til hesar eindirnar og hava fingið bjóða eina íbúð, hava eitt nú tað til felags, at tey ikki hava havt nakran møguleika, at velja ímillum eindirnar men at ein visitatiónsnevnd hevur tikid støðu til, hvat fyri eind, hvørt einstakt búfólk, skal hava møguleika at fáa eina íbúð. Tað er talan um specialiserings-eindir innan sosialpsykiatridina, har tann eina eindin verdur eitt psykiatrisk røktarheim.

Vit eiga eisini at hugsa í hesar banar bæði til frama fyri tí einstaka búfólkinum og fyri at vit sum starsvsfólk í størri mun kunnu arbeiða meira málrætta við einum ávísum málbólki.

Peningur skal til og hetta krevur, at tann politiski viljin er til staðar. 

Karl Jóhan Staksberg
runesean66@hotmail.com