Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mótmæla lógarbrot og vantandi virðing fyri fólkaræðinum

Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin mótmæla staðiliga, at samgongan fremur lógarbrot við at samtykkja lóg, ið er greitt brot á Stýrisskipanarlógina. Vit mótmæla hartil teirri vantandi virðing, sum løgmaður, landsstýrið og samgongan sýna fólkavalda Løgtinginum og arbeiði tess.

Samgongan hevur við Løgtingsmáli 175/2011 latið áseting av skatti frá sær og upp í hendurnar á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum nú einsamallur við kunngerð hevur fingið heimild at prístalsregulera skattastigan.

Higartil hevur aldargomul siðvenja og Stýrisskipan Føroya tryggjað, at ongin skattur má ásetast, uttan at hetta verður gjørt við lóg í Løgtinginum. Lógaruppskotið frá landsstýrismanninum brýtur við hesa grundleggjandi støðuna. Hetta er púra greitt brot á Stýrisskipanarlógina, soleiðis, sum allir løgfrøðingar, sum ráðgivið hava fíggjarnevnd Løgtingsins, eisini eru samdir um.

Prístalsjavningin fer at ávirka inntøkur landsins munandi. Kortini hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt nakra lýsing ella meting av fíggjarligu avleiðingunum, og kennir Løgtingið tí ikki hesar. Hóast hetta er stórt álvarsmál, vístu landsins stjórn og samgongan fullkomna líkasælu og arrogansu í viðgerðini av málinum í Løgtinginum í dag. Tey luttóku stórt sæð ikki í orðaskiftinum, eins og løgmaður og landsstýrismaðurin ikki vóru hjástaddir.

Samgongan hevur samtykt málið við 2. viðgerð, men andstøðuflokkarnir vilja staðiliga mæla samgongutingfólkum til at fella uppskotið við 3. viðgerð, so lógarbrot og óbótaligur skaði ikki verður framdur á ábyrgdarbýtið millum útinnandi og lóggevandi valdið í Føroyum.

Av tí at talan er um so stórt brot á stýrisskipan okkara, er kæra send Løgtingsins landsstýrismálanevnd.

Kæran er viðfest.

Leinkja til álit í tingmáli 175/2011

http://www.logting.fo/files/casestate/12467/175.11%20Alit%20aseting%20av%20skat.pdf

Tjóðveldi

Framsókn

Javnaðarflokkurin