Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mugu hjálpa fólki úr eldinum

Spurningurin um flóttafólk hevur verið nógv frammi síðani løgmaður helt sína nýggjársrøðu. Sum so ofta í Føroyum er kjakið farið at snúgva seg um ”alt ella einki”. Annaðhvørt skulu vit steingja allar hurðar, so at eingin sleppur inn, ella skulu vit lata flóttafólk yvirtaka landið. 

Sjálvandi finnast aðrar loysnir enn hesar báðar. Vit kunnu saktans hjálpa fólki sum er í neyð, uttan at tað gongur útyvir lívsgóðskuna hjá føroyingum - og tað er einki minni enn okkara skylda at gera tað. Men tað krevur sjálvsagt, at vit skipa økið væl. 

Ein trupulleiki sum ikki er til
Eg havi varhugan av, at hesin trupulleikin, sum verður málaður í skrift og talu, er í veruleikanum ikki so stórur sum hann verður gjørdur til. Tí hvussu stór eru sannlíkindini fyri, at eitt flóttafólk sum stendur til dømis í Sýria, velur at flýggja til Føroya? Fyri tað fyrsta, hava tey ongantíð hoyrt um hetta landið, og hyggja tey í eitt heimskort, so skulu tey vera sera heppin, um tey finna tað har. Skuldi tað kortini hent, at tey fáa eyga á Føroyar, so vita tey ikki, um nakað menniskja býr her, og tey vita enn minni, hvussu tey kunnu koma henda vegin. Og skuldi tað so harafturat hent, at onkur setti sær fyri at seta kósina ímóti okkara oyggjum, so skulu tey ígjøgnum nógv góð lond á vegnum hendavegin, so onkrastaðni á leiðini siga tey, ”eg steðgi her”.

Myndin av streymum av flóttafólkum, sum fara at yvirtaka Føroyar er eftir mínum tykki sera nógv yvirdrivin. Talan verður í mesta lagið um nøkur heilt fá fólk, har vit frammanundan gera avtalu um, at vit skulu taka okkum av teimum. Tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at skipa økið væl frammanundan.

Út úr eldinum
Tá eldur er í einum húsi, ræður um at fáa fólkini út. Eingin fer millum logarnar at spyrja, hvar hesi fólkini skulu fara, um tey eru tryggjað ella hvør skal keypa teimum mat og klæði. Tey skulu bara út. Alt hitt má koma aftaná.

Soleiðis er eisini við flóttafólkum. Teirra heim og tryggleiki stendur í ljósum loga, og tí mugu tey sleppa burtur. Tey fara frá øllum sum tey eiga, og hava tí brúk fyri hjálp. Eg haldi at vit hava skyldu at gera okkara part av hesum hjálpararbeiðinum. Sjálvandi er tað lættast at siga, at tey skulu flyta inn til onkran annan, og í nógvum førum er tað kanska eisini tann besta loysnin. Men skulu vit vera partur av sokallaða ”altjóðasamfelagnum”, so mugu vit eisini vísa vilja og taka ábyrgd. Tað merkir ikki, at hesi fremmandu skulu troka okkum út úr okkara húsum, og tað merkir heldur ikki, at tey skulu sleppa at leggja støði fyri okkara samfelag. Men tey skulu hava hjálp at koma út úr eldinum og hjálp til at gerast partur av nýggja heimlandinum. Tað er okkara skylda.

Tað ber væl til at gera hetta á ein skilagóðan hátt, men tað krevur fyrireiking, og vit tosa altso um eitt sera avmarkað tal av fólki. 

Misnýta málið politiskt Tá so onkur nýtir høvið at gera hetta til part av spurninginum um at yvirtaka útlendingamál, so er tað ikki annað enn ein ódámlig samanblanding av ”perum og bananum”. Tað er eingin grund til at misnýta hetta málið politiskt, tí vit kunnu saktans hjálpa flóttafólki undir verandi skipan. Tað er bara ein spurningur um fyrireiking og vilja.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður