Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit – pedagogar - verja tey veiku !

Helena Samuelsen hevur á Vágaportalinum í gjár eina góða grein um arbeiði hjá Javna fyri teimum, ið felagið varðar av.

Javni hevur gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði á hesum øki !

Hetta er eitt stavnhald, sum Pedagogfelagið stuðlar fult og heilt ! Her er ongin ósemja av nøkrum slag.

Vit – pedagogar – hava útbúgvið okkum til starvið at fremja hetta stavnhaldið hjá Javna í Føroyum!

Men eg bleiv eitt sindur ivasamur, tá ið eg samanbar innihaldið í greinini við myndina, sum var knýtt at hesi góðu grein.

Kendi onkursvegna, at greinin hevði misálit á, at vit – pedagogar – ikki hava somu hugsjón, endamál ella treysti, sum Javni hevur havt øll hesi árini.

Eg hugsaði – Hví er ikki ein mynd fest at greinini av fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen, ella av øllum landsstýrisfólkunum ella av – ja, tingmanning Fólkafloksins ?

Fyrr – sum nú – vóru politikarar, sum ikki tóku hetta málið í álvara. Jú, víst stuðla vit – pedagogar - Javna. Tað eru ikki vit, ið eru forðingin! Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur seg vera samda í krøvunum hjá Pedagogfelagnum!

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur alment stuðla okkara krøvum! Stuðulin frá Anniku, landsstýriskvinnu, hava vit fingið á Facebook! Vit ynskja at stuðla Javna! – og ynskja gott samstarv millum Javna og Pedagogfelagið!

Hugsjónirnar hjá okkum pedagogum og felagnum Javna kunnu illa skiljast !

Levi Mørk

pedagogur