Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit skulu virka sum ein sterk eind , menna felagsskapin enn meira og fremja felags áhugamál

Seinasta árið hevur á mangan hátt verið sera hendingaríkt og ikki minst søguligt fyri kommunala geiran. 1 januar 2014 sá nýstovnaða Kommunufelagið dagsins ljós. Gomlu feløgini, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, vóru avtikin, og loksins vóru allar 30 kommunurnar í Føroyum savnaðar í einum felagi. Fyrireikingarnar vóru drúgvar og ósemjurnar fleiri, men hesum vunnu vit á, og eingin ivast í dag um, at hetta var rætta avgerðin.

2014 var eisini árið, har endalig avgerð var tikin um at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

Frágreiðing um virki felagsins í farna ári og um framtíðarætlanir

Inngangur
Góðan dagin, góðu fundarfólk, og hjartaliga vælkomin á aðalfund hjá Kommunufelagnum. Seinasta árið hevur á mangan hátt verið sera hendingaríkt og ikki minst søguligt fyri kommunala geiran. 1 januar 2014 sá nýstovnaða Kommunufelagið dagsins ljós. Gomlu feløgini, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, vóru avtikin, og loksins vóru allar 30 kommunurnar í Føroyum savnaðar í einum felagi. Fyrireikingarnar vóru drúgvar og ósemjurnar fleiri, men hesum vunnu vit á, og eingin ivast í dag um, at hetta var rætta avgerðin.

2014 var eisini árið, har endalig avgerð var tikin um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. 

Eldraøkið gjørdist formliga kommunalt pr. 1 januar 2015. Hetta má metast sum størsta einstaka uppgávan og avbjóðingin, sum nakrantíð er flutt kommunala geiranum. Stórur partur av fyrisitingarligu og politisku orkuni í Kommunufelagnum hevur eyðsæð seinasta árið eisini verið brúkt til at fyrireika útleggingina av hesi uppgávu.

Eg fari í formansfrágreiðingini serliga at leggja dent á at umrøða omanfyrinevnda stórmál, umframt onnur mál av týdningi. Onnur, kanska smærri mál, lati eg liggja á hesum sinni.

Ein onnur orsøk til, at eg leggi serligan dent á eldraøkið, er, at vit sum felag hetta seinasta árið í stóran mun hava verið í eini samráðingarstøðu og óvissa hevur verið um fleiri viðurskifti. Tískil hevur tað verið torført at kunna kommunurnar neyvt um støðuna. Men nú er stundin komin at geva kommununum eina neyvari støðulýsing.

Yvirtøkan av eldraøkinum, fíggingin
Yvirtøkan av eldraøkinum er tað einstaka málið, sum hevur fylt nógv mest í arbeiðinum hjá felagnum seinasta árið. Hóast økið formliga var flutt kommununum 1. januar 2015, so er framhaldandi ikki komið heilt á mál. Fleiri viðurskifti eru framhaldandi ógreið, bæði tá ið tað snýr seg um tann innihaldsliga og tann fíggjarliga partin av eldraøkinum. Tí er sannlíkt, at eldraøkið eisini fer at fylla nógv komandi mánaðirnar.

Tá ið farið var undir at fyrireika útleggingina av eldraøkinum, legði Kommunufelagið stóran dent á nøkur ávís viðurskifti. Serligur dentur var lagdur á, at fíggingarleisturin skuldi svara til útreiðslurnar av tí uppgávu, sum var løgd kommununum og ikki minst, at fíggingarleisturin skuldi taka hædd fyri tí útreiðsluøking , sum kemur at verða á økinum komandi áratíggjuni. Tí lítil ivi er um, at útreiðslurnar fara at økjast munandi komandi árini. Framskrivingarnar vísa, at talið av eldri fólkið verður tvífaldað eftir uml. 30 árum, og hesari broyting má fíggingin taka hædd fyri. 

Kommunufelagið metir, at fíggingarleisturin sum fyriliggur, tekur hædd fyri hesari útreiðsluøking. Hetta kemst fyrst og fremst av, at skatturin av pensjónsinngjøldum gjørdist partur av fíggingini og framyvir allur fellur til kommunurnar. Hesin fer sannlíkt at tvífaldast komandi 15 árini. Harumframt var ein tíðaravmarkað upphædd á 35 mió. kr. komandi tvey árini løgd omaná metta kostnaðin fyri eldraøkið, sum skuldi havt við sær, at flestu kommunur ikki hava fyri neyðini at taka burturav rakstrinum til onnur kommunal málsøki fyri at fíggja eldraøkið.

Hinvegin er eisini staðfest, at serliga afturbering fyri mistar inntøkur vegna skattafrælsi og frádráttir í sambandi við ymiskar skattligar serskipanir (DIS, FAS, Fiskimannafrádrátt og uttanlandsfrádrátt), rakar kommunurnar ymiskt, og tískil eisini merkir, at kommunurnar fíggjarliga eru ymiskt stillaðar í sambandi við yvirtøkuna. Men hetta loysir so partvíst trupulleikan við, at summar kommunur hava verið serliga meint raktar í sambandi við. at nógvir borgarar hava verið undir serskattaskipanum. Hesar fáa nú betri fíggjarligar fyritreytir og verða javnsettar við aðrar kommunur, tá ið tað snýr seg um skattagrundarlagið í kommununum.

Í sambandi við yvirtøkuna hevur Kommunufelagið alla tíðina ført fram, at útrokningargrundarlagið til ásetan av einari álíkning av nettoskuld hjá kommununum átti at verið dagført soleiðis, at allar inntøkurnar, sum kommunurnar fáa í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum, eisini átti at verið tiknar við í útrokningargrundarlagið. Við øðrum orðum áttu kommunurnar at kunna økt skuldina við uml. 400 mió. kr. Fyri Kommunufelagið er tað sjálvsagt, at tá ið inntøkugrundarlagið veksur, eigur møguleikin fyri lántøku at vaksa samsvarandi.

Fíggjarmálaráðið hevur ikki vilja gingið hesum kravi frá kommununum á møti. Hinvegin hevur Fíggjarmálaráðið mett, at skuldarmarkið hjá kommununum kann vaksa svarandi til serligu afturberingina, sum kommunurnar fáa fyri mistar inntøkur vegna skattafrælsi og frádráttir í sambandi við serligar skattligar serskipanir. Hetta svarar til, at kommunurnar samanlagt kunna økja skuldina við góðum 100 mió. kr. Men enn eru als ongar broytingar gjørdar, og skuldarmarkið hjá kommununum er sostatt júst tað sama, sum tað var áðrenn eldraøkið bleiv yvirtikið. Hetta er ikki ein støða, sum kommunurnar vilja ella kunna góðtaka.

Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum ikki er loystur enn, snýr seg um fíggjarligu flytingarnar millum land og kommunur. Tá ið eldraøkið var lagt út, var semja um, at afturberingin til kommunurnar skuldi fara til hvørja einstaka kommunu og ikki til kommunalu samstørvini. Útgangsstøðið var, at tað vóru einstøku kommunurnar, sum yvirtóku eldraøkið og tískil eisini høvdu fullan ræðisrætt yvir tí fígging, sum fylgdi við økinum. Fíggjarmálaráðið valdið tó beint innan útleggingina at lýsa kunngerðina um millumrokning av búskaparligum flytingum millum land, kommunur o.tíl.

Sambært kunngerðini skulu allar búskaparligar flytingar millum land og kommunur á eldraøkinum, millum kommunur sínámillum og millum kommunur og kommunal samstørv, skrásetast í kommunalu millumrokningini hjá Fíggjarmálaráðnum, og nettoúrslitið av streymunum verður regluliga avroknað um eina útgjaldsskipan hjá Gjaldstovuni.

Kommunufelagið gjørdi alt fyri eitt vart við, at felagið ikki góðtók kunngerðina. Kommunufelagið metti ikki, at kunngerðin hevði neyðuga heimildargrundarlagið og sum heild metti felagið, at kunngerðin var óneyðuga inntrívandi mótvegis kommununum. Í øðrum lagi kundi felagið staðfesta at Figgjarmálaráðið als ikki hevði viðgjørt langa hoyringsskrivið frá felagnum, men hevði lýst kunngerðina nærum óbroytta beint eftir, at hoyringsskrivið frá felagnum var sent Fíggjarmálaráðnum.

Gjaldstovan hevur ment eina skipan til endamálið, har allar búskaparligar flytingar millum kommununa og aðrar myndugleikar kann skrásetast. Flestu kommunurnar meta skipanina sum eitt hent amboð, men higartil hava flestu kommunur valt ikki at brúka skipanina.

Støðan í løtuni er merkt av ruðuleika. Kommunurnar fáa mánaðarliga flutt eina upphædd samsvarandi fíggingarleistinum, meðan landskassin heldur flestallar útreiðslur á eldraøkinum. Hetta er sjálvsagt ikki ein støða, sum er haldgóð. Kommunufelagið roynir at fáa í lag samskifti við Fíggjarmálaráðið, og hevur eisini sent Fíggjarmálaráðnum uppskot um loysnir, men higartil er eingin loysn funnin á málinum.

Yvirtøkan av eldraøkinum, innihald
Heldur ikki spurningurin um endaliga innihaldið av eldraøkinum er avgreitt. Tá ið lógaruppskotið “Uppskot til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.” var lagt fyri Tingið seint í 2013, gjørdi kommunufelagið eins og fleiri aðrir hoyringspartar vart við, at tað alneyðugt at fáa markamótini millum ymisku skipanirnar uppá pláss. Tá boðaði Almannamálaráðið frá, at hetta arbeiðið fór í gongd so skjótt, sum lógaruppskotið var samtykt. Nú, meira enn eitt ár eftir, at lógaruppskotið var samtykt, er framhaldandi eingin endalig avtala gjørd um markamótini.

Kommunalu samstørvini á eldraøkinum kenna nú eisini avleiðingarnar av hesum, og ítøkiligir trupulleikar stinga seg upp kring landið, og stórur vandi er fyri, at borgarar enda sum kastibløkur ímillum ymsu skipanirnar.

Arbeiðið við at avmarka eldraøkið mótvegis øðrum skipanum er eitt sera umfatandi og trupult arbeiði. Higartil hava mørkini millum ymisku skipanirnar ikki verið greitt lýst, og mál av sama slagi hava verið avgreidd á ymiskan hátt í ymisku økjunum í landinum. Tí er eisini sera trupult at avgreiða øll mál eftir nøkrum felags reglum. Tá ið eldraøkið var yvirtikið, var sagt, at kommunurnar yvirtóku verandi uppgávur á eldraøkinum. Men tá ið eldraøkið hevur verið umsitið ymiskt í ymiskum pørtum av landinum og samstundis hevur verið merkt av pragmatiskum loysnum, so er trupult at fáa orðað felags reglur fyri alt økið og samstundis siga. at økið skal verða tað sama sum undanfarin ár. 

Kommunufelagið vil halda fast við, at tað fyrst og fremst er eldraøkið, sum kommunurnar hava yvirtikið. At kommunurnar so eisini taka lut í at hjálpa fólki, sum eru undir 67 ár, kann verða skilagott í ávísum førum. Hinvegin eiga skipanir, sum landið varar av, eisini at umfata bólkin yvir 67 ár. Til dømis hevur Kommunufelagið skotið upp, at stuðulsfólkatænastan, sum landið varar av, verður broytt til eisini at fevna um fólk yvir 67 ár. Men hesum hevur Almannamálaráðið higartil noktað fyri.

Kommunufelagið kann ikki góðtaka, at tænasturnar, sum landið varar av, eru aldurstreytaðar, meðan heimatænastan, sum kommunurnar vara av, skulu fevna um allar aldursbólkar.

Annað, sum vísur seg er, at nýggjar uppgávur og útreiðslur, nú skulu flytast yvir á eldraøkið. Talan er serliga um uppgávur. sum hava ligið í einum markamóti millum Heilsuverkið og Almannaverkið. Eitt gott dømi er lógaruppskotið um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum í løtuni liggur í trivnaðarnevnd løgtingsins. Sambært hesum skulu kommunurnar gjalda sjúkrahúsinum upp til 2000 kr. um samdøgrið fyri eldri, sum sambært einari læknafakligari meting eru liðugt viðgjørdir. Kommunurnar taka sum meginreglu undir við, at eldri borgarar sjálvsagt ikki skulu liggja á sjúkrahúsinum, tá ið teir eru liðugt viðgjørdir. Hinvegin er hetta ikki nakað nýtt mál. Ósemja hevur verið millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um hesi viðurskifti í fleiri ár, men eingin vilji hevur verið at loysa trupulleikan, fyrr enn nú kommunurnar skulu halda útreiðslurnar. Tað tykist sum bíðað hevur verið eftir yvirtøkuni.

Kommunufelagið góðtekur ikki, at nýggjar útreiðslur nú verða lagdar á kommunurnar. Trupulleikin kundi verið loystur innan eldraøkið varð lagt út, og tá høvdu hesar útreiðslur eisini verið partur av avtalaðu fíggingini av eldraøkinum.

Kommunufelagið hevur saman við samstørvunum og Tórshavnar kommunu samráðst við sjúkrahúsini um eina samstarvsavtalu, sum nú er undirskrivað. Hendan avtalan inniheldur millum annað greiðar mannagongdir um, hvussu útskriving av sjúklingum frá sjúkrahúsi til avvarðandi eldraøki skal fara fram. Eisini av hesi orsøk tykist uppskotið um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar at vera óneyðugt.

Yvirtøka av eldraøkinum, endalig avtala
Hóast eldraøkið nú formliga er vorðið kommunalt, er eingin endalig avtala gjørd millum land og kommunur, hvørki tá ið tað snýr seg um fígging, ella tá ið talan er um greitt at lýsa tær tænastur, sum kommunurnar yvirtaka.

Tað vóru annars nógvar og drúgvar samráðingar millum Fíggjarmálaráðið, Almannamálaráðið og Kommunufelagið, sum nærum vóru komnar undir land, tá ið uppskotið um fígging orsakað av tíðarfreistini mátti niðan í Løgtingið. Endalig avtala fyrilá, hóast smávegis ósemjur framhaldandi vóru um onkrar einstakar orðingar.

Land og kommunur høvdu samrátt seg fram til eina bruttoupphædd áljóðandi 413 mió. kr. Somuleiðis var semja um, at upphæddin var samansett av:

1. Øllum skatti, ið stavar frá eftirlønarinngjøldum

2. Virðinum á ávísum frádráttum, roknað við einum prosentsatsi, ið verður ásettur, tá ið frádráttarupphæddirnar eru endaliga kendar.

3. Serstakari tíðaravmarkaðari játtan á fíggjarlógini 

Hesi trý punktini vóru partarnir samdur um. Somuleiðis vóru partarnir í stóran mun samdir um trý onnur punkt, nevniliga hesi:

1. At áðrenn landið leggur aðrar uppgávur ella útreiðslur á eldraøkinum til kommunurnar, enn tær, sum eru partur av økinum í dag, skulu samráðingar um hetta vera millum Landsstýrið og Kommunufelagið

2. At stig verða tikin til at víðka grundarlagið til ásetan av einari álíkning, soleiðis at hædd verður tikið fyri inntøkunum undir punkt 2 omanfyri

3. At samansetingin av fíggingini og onnur viðurskifti í sambandi við útleggingina verður endur¬skoðað í seinasta lagi 1. januar 2018. Um partarnir semjast um tað, kann ein tílík endurskoðan eisini gerast fyrr

Avtalan millum land og kommunur var sostatt meir ella minni klár at undirskriva. Men tá ið uppskotini vóru borin í tingið metti Fíggjarmálaráðið ikki, at neyðugt var at skriva nakra avtalu, tí avgerðin lá hjá tinginum. Kommunufelagið er grundleggjandi ósamt í hesum, tí fleiri av omanfyrinevndu viðurskiftum ikki sóust aftur í nøkrum lógaruppskoti. Eisini liggur ávís binding hjá báðum pørtum í einari slíkari avtalu, eins og álitið partanna millum hevði verið størri.

Kommunufelagið gjørdi eisini eina roynd at gera eina avtalu, har Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið vóru avtalupartar.

Eisini hendan roynd miseydnaðist. Umframt omanfyri nevndu viðurskifti ynskti felagið at fáa hesar orðingar inn í eina avtalu. 

• Ásannandi, at fleiri viðurskifti viðvíkjandi eldraøkinum enn eru óavgreidd, eru partarnir samdir um, at í 2015 skulu hesi viðurskifti endaliga avgreiðast:

1. Heimatænastan og stuðulstænastan: Enn er ikki endaliga avgreitt, hvussu markamótini millum stuðul og røkt, ella hvussu stuðulsfólkatænastuna og heimatænastuna skal handfarast. Partar av tænastuni frá hesum fyriskipanum eru aldurstreytaðar, meðan aðrar ikki eru tað. Innan 1. juli 2015 skal endaliga avgreiðast, í hvønn mun tænasturnar sum heild skulu verða aldurstreytaðar ella ikki, og annars hvussu uppgávubýtið skal verða millum hesar báðar skipanir.

2. Búpláss á eldraøkinum og á stovnum undir Almannaverkinum: Enn er ikki endaliga avgreitt, hvørjir stovnar undir ávikavist Almannaverkinum og kommununum skulu hýsa fólki við serligum avbjóðingum. Staðfestast kann, at í dag tróta stovnstilboð til ávísar bólkar við serligum tørvi Í 2015 skal fáast endalig greiða á, um og hvussu hesi møgulig tilboð skulu fíggjast og rekast framyvir. 

3. Heilsuverkið, Almannaverkið og kommunurnar: Heilsuverkið, kommunurnar og Almannaverkið hava gjørt eina fyribils tvørsektor samstarvsavtalu, sum skal betra um mannagongdir hjá sjúklingum og borgarum annars. Talan er um umfatandi arbeiði, sum krevur dagføringar eftir 1. januar 2015. Spurningurin um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar er ikki avgreiddur enn. Hesin spurningurin skal verða avgreiddur í 2015. Harumframt skal í 2015 greiða fáast á øllum markamótum millum hesar tríggjar skipanir.

4. Heimatænastan og økispsykiatriin: Enn eru ongar ítøkiligar mannagongdir gjørdar fyri, hvussu samstarvið skal fara fram ímillum økispsykiatrina, stuðulstænastuna og heimatænastuna. Annar trupulleiki er, at økispsykiatriin bert er virkin í pørtum av landinum. Í 2015 skal endaliga avgreiðast, hvussu uppgávubýtið og samstarvið millum skipanirnar skal virka framyvir.

5. Endurvenjingarøkið: Enn fyriliggur bert eitt lógaruppskot, sum skipar endurvenjingarøkið innan sjúkrahúsøkið. Kommunurnar partur av endurvenjingini er avmarkaður til verandi økisterapi, sum sambært fíggingarleistinum kostar samanlagt 2,7 mió. kr. Í 2015 skal endaliga avgreiðast, hvussu endurvenjing verður skipað sum ein samanhangandi tænasta, ið ávikavist Heilsuverkið, Almannaverkið og kommunurnar veita.

• Broyting í uppgávubýtinum: Semja er eisini um, at broytist uppgávubýtið millum land og kommunur, ella verða nýggjar uppgávur lagdar afturat í mun til verandi uppgávur á eldraøkinum, so skulu kommunurnar umvegis fíggingarleistin kompenserast fyri hesar útreiðslur frá 1. januar 2016 at rokna

Kommunufelagið hevur sýnt vilja til at enda útleggingina av eldraøkinum á ein virðiligan hátt, men vantandi viljin hjá landsstýrinum ger, at vit í dag als onga avtalu hava millum partarnar. Havandi í huga, at serliga allur markamótstrupulleikin kemur at krevja góðan samstarvsanda, soleiðis at borgarar ikki detta niður ímillum ymsu skipanirnar, so kann ikki sigast annað enn, at hetta ikki er nøkur góð byrjan.

Avleiðingarnar av, at eingin avtala er gjørd, kann skjótt vísa seg at fáa óhepnar avleiðingar fyri kommunurnar. Millum annað tykist eingin áhugi verða í Fíggjarmálaráðnum at fáa broytt grundarlagið fyri útrokning av skuldarmarkinum. Í Almannamálaráðnum tykist eingin áhugi verða fyri at fáa markamótini uppá pláss. Eisini eru útlit fyri, at avtalan longu er í ferð við at verða brotin. Kommunurnar skuldu sambært ætlaðu avtaluni við Fíggjarmálaráðið fáa endurrindað 19,6 % av skattinum hjá teimum, sum vóru undir ymiskum serskattaskipanum. Hetta skuldi í 2015 geva kommunum samanlagt 113 mió. kr. Hesin prosentsatsur skuldi sambært avtaluni fastlæsast, soleiðis at vóru fleiri undir serskattaskipanum, so skuldi inntøkurnar hjá kommununum vaksa og vóru færri, sum virkaðu undir hesum skipanum, so skuldi upphæddin samsvarandi minka. Men sambært tekstinum í løgtingsfíggjarlógini sær út til, at Fíggjarmálaráðið ætlar at kommunurnar øll ár framyvir skulu fáa eitt fast gjald á 113 mió. Hetta var sjálvsagt ikki avtalan, tí kommunurnar kunna ikki góðtaka eitt fast gjald, sum í veruleikanum fer at minka í virði so hvørt sum árini ganga, tí at upphæddin verður etin upp av prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum. Kommunurnar skulu sjálvsagt til eina og hvørja tíð hava tað, ið svarar til 19,6 % í skatti frá teimum, sum virka undir serskattaskipanum. 

Kommunubúskapurin annars 
Kommunali búskapurin er í støðugari framgongd. Í fjør vuksu inntøkurnar hjá kommununum við 5 % og vøksturin í fyrsta ársfjórðingi í ár er omanfyri 7 %. Vøksturin í inntøkum landskassans er somuleiðis stórur.

Men vøksturin í kommunala búskapinum hevur havt við sær, at alsamt fleiri landspolitikkarar við løgmanni og fíggjarmálaráðharranum á odda hava ført fram. at nú er tað kommunurnar. sum eiga at geva teimum lágløntu skattalætta, bíligari ansingarpláss v.m.

Tað er lítið virðiligt fyri landsstýrisfólk og løgtingslimir at kasta kommununum fyri, at tær ongan lætta hava veitt, og sostatt óbeinleiðis eru atvoldin til, at ein bólkur av føroyingum livir undir sera trongum korum.

Landið hevur, gaman í, givið ein skattalætta, men hetta varð gjørt við at forskatta pensjónir. Í hesum sambandi vórðu uml. 100 mió. kr. tiknar frá kommununum. So í roynd og veru eiga kommunurnar góð 40 % av tí skattalætta, sum varð veittur í landsskattinum!

Høvdu kommunurnar fingið sín rættvísa lut í forskattingini av pensjónunum, so hevði verið lagað manni hjá kommununum at latið skattalættar. Men sitandi samgonga valdi at geva allan skattalættan umvegis landsskattin, og tí liggur ábyrgdin av, hvussu skattalættin varð býttur millum lønarbólkarnar, sostatt eisini fyrst og fremst hjá landsstýrinum, og ikki hjá kommununum.

Í løtuni er uppskot frá Almannamálaráðnum um at broyta útrokningargrundarlagið fyri fíggjarligum fríplássum til hoyringar hjá kommununum. Sambært uppskotinum er ætlanin at broyta ovara markið fyri fíggjarligum fríplássum upp til 400.000 kr. Sambært Almannamálaráðnum verður hetta mett at kosta kommununum uml. 2,7 mió. kr. Kommunufelagið ásannar, at skipanin við fíggjarligum fríplássum í verandi líki ikki er skynsom. Undir ávísum umstøðum kann verandi skipan hava við sær, at tað ikki loysir seg hjá fólki at arbeiða. Tí eigur skipanin, sjálvsagt í samráð millum land og kommunur, at verða broytt. Men trupulleikin er, at kommunurnar verða sera ymiskt raktar. Kommunur við lægsta inntøkugrundarlagnum hava størsta fíggjarliga missin, meðan ríkaru kommunurnar sannlíkt sleppa lættari. Í øðrum lagi er metti kostnaðurin á 2,7 mió. kr. fyri samlaða kommunala geiran sannlíkt undirmettur. Sambært upplýsingum frá limakommununum meir enn tvífaldast talið av teimum, sum verða fevnd av skipanini. Spurningurin er, um landið ikki átti at sett onnur tiltøk í verk fyri hjálpt hesum bólki.

Kommunurnar eru tó altíð til reiðar at hyggja at skipanini og at gera sítt til, at hesin bólkur eisini fær ein lætta. Fundur verður í næstum við Almannamálaráðið um hendan spurningin.

Dømi um góð samstørv
Tað eru tó eisini dømi um, at samstarvið millum land og kommunur er gott. Eitt dømi er “Tann góða tilgongdin”. Heildarætlanin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun samstarv við almennu myndugleikarnar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað.

Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøðið hevur verið tikið í familjuni, heldur enn í myndugleikunum.

Kommunurnar leiklutur er serliga í mun til dagstovnaøkið. Kommunurnar skulu standa fyri at hækka førleikan hjá starvsfólki í sambandi við autismu. Tær skulu luttaka í samstarvstoymum, hækka førleikan hjá starvsfólkum við at halda skeið í kunning og eygleiðing, tá illgruni er um autismu, eins og gera vegleiðingar viðvíkjandi handan av persónsupplýsingum millum dagstovnar og skúla.** Heildarætlan um kynsligan ágang og samstarvið um Barnahúsið eru onnur dømi um gott samstarv millum land og kommunur.

Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap. Endamálið er, at børnini skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama stað. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar so koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast millum ymiskar myndugleikar.

Barnahúsið er formliga skipað við avtalu millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið, sum varðar av Barnaverndarstovuni.

Tað er Barnaverndarstovan, sum umsitur og rekur Barnahúsið.

Eisini hevur Kommunufelagið gott samstarv við tey, sum umboða vinnulívið. Átakið “Vit Velja Føroyar” er eitt samstarv millum Vinnuhúsið og Kommunufelagið. Annar hvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men ætlanin er at venda skeivu gongdini í fólkasamansetingini. Yvirskipaða endamálið við átakinum er, at geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum, og at vísa á møguleikar í Føroyum, heldur enn altíð at síggja forðingarnar.

Eisini hevur Kommunufelagið gott samstarv við áhugafeløg. Eitt gott dømi er ráðstevnan, sum Kommunufelagið skipaði saman við Alzheimerfelagnum. Umleið 500 luttakarar vóru til ráðstevnuna, sum varpaði ljós á eldraøkið á ein nýggjan og áhugaverdan hátt.

Eftir aðalfundin í dag fara einstøku kommunurnar at undirskriva eina avtalu við MBF. Sambært avtaluni binda kommunurnar seg til at ganga inn í eina skipan við fylgjarakorti, har øll, ið bera brek og sum hava tørv á einum stuðli til at fylgja sær til tiltøk, fáa fylgjaran við ókeypis til tiltøk, sum kommunan fyriskipar ella letur stuðul til.

Í næstum fer felagið saman við Nordens Velfærdscenter at skipa fyri seminari um demens, sum er fyri starvsfólkum á eldraøkinum.

Eisini Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovan hava økt nógv um útboðið av skeiðum hetta seinasta árið.

Skrivstova felagsins
Skrivstova felagsins hevur sum verða mann brúkt mestu orkuna uppá at fyrireika útleggingina av eldraøkinum. 

Øllum kunnugt er hølisumstøðurnar vorðnar sera trongar aftaná samanleggingina av feløgunum. Tí hevur felagið tikið avgerð um at keypa bygningin í R.C. Effersøesgøtu 26.

Ætlanin er, at allur starvsfólkahópurin flytur í nýggja bygningin í RC Effersøesgøtu 26. Verandi ogn í R.C. Effersøesgøtu 30 skal eftir ætlan brúkast til fundarvirksemi burturav. Í húsinum verða eitt stórt fundarhøli, eitt miðalstórt og tvey minni fundarhøli. Harumframt verða tvær skrivstovur. Ætlanin er, at allar limakommunurnar skulu kunna brúka hesar hentleikar í sambandi við fundarvirksemi v.m.

Við hesum metir leiðsla felagsins, at fyrisitingin í felagnum fær nøktandi karmar at virka undir, samstundis sum at karmarnir um fundarvirksemi felagsins verða munandi bøttir. Harumframt, men ikki minst, fáa limakommunurnar eisini høvi til at nýta fundar- og skrivstovuhøli felagsins.

Nýggj heimasíða er nú eisini um at vera tøk. Kommunurnar fáa fyrsta dagin sendandi eitt logg inn til eykanetið á heimasíðuni, soleiðis at allir limir nú fara at heinta tilfar frá felagnum umvegis heimasíðuna.

Kommunufelagið er eisini farið undir at fyrireika eitt neyvari samstarv millum kommunurnar á KT økinum. Felagið umsitur longu saman við Eldra eindunum 3 V skipanina, og vónandi kann samstarvið útbyggjast til at fevna um aðrar KT skipanir.

Í mun til politisku leiðslu felagsins, hevur næstformaður felagsins fingið ein virknari leiklut. Hann luttekur saman við formanninum í nærum øllum politiskum samráðingum og hoyringsfundum felagsins. 

At enda
Kommunufelagið hevur nú virkað í eitt gott ár, eitt ár sum í høvuðsheitum hevur verið merkt av yvirtøkuni av eldraøkinum.

Av tí sama hevur kanska ikki nóg nógv orka verið løgd í at samskipa felagið og skipa fyri øðrum virksemi fyri kommunustýrislimum og fyrisitingunum í kommununum. Tá ið eldraøkið er komið í eina trygga legu í kommunala geiranum, verður vónandi størri møguleiki fyri at leggja orku í onnur øki.

Yvirtøkan av eldraøkinum hevur verið ein ovurstór avbjóðing fyri felagið, og innanhýsis ósemjurnar hava stundum verið stórar.

Men har í einum felagsskapi, har 30 kommunur skulu virka saman, finnast sjálvsagt eisini ósemjur. Hetta ber boð um eitt virkið fólkaræði. Men í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur, eingin fær allan sín vilja ígjøgnum. Men saman standa vit sterkari, og hava vit í Kommunufelagnum eina felags støðu og eina felags fatan, so er lítil ivi um, at okkara sjónarmið eisini vinna frama bæði í almenninginum og í mun til landspolitisku skipanina.

Kommunurnar skulu gerast ein størri og meira avgerandi partur av fólkastýrinum og teimum tænastuveitingum, sum tað almenna skal bjóða landsins borgarum. Okkara fyrimunur sum kommunur er sjálvsagdur. Nærleikin millum politikara og borgara í kommunum tryggjar betri tænastu, betri umsiting og betri møguleikar fyri virknari borgaraluttøku - og harvið samfelagsligan framburð. Tí eiga vit framhaldandi at arbeiða fyri at fáa fleiri málsøki løgd til tann kommunala geiran.

Tað skal verða mín vón, at vit eisini komandi árið kunna virka sum ein sterk eind , menna felagsskapin enn meira og fremja felags áhugamál.

Við hesum boðskapi skal eg enda formansfrágreiðing mína og samstundis nýta høvið at takka stýri, starvsbólki, starvsfólki og øllum limakommununum fyri gott samstarv hetta farna árið.

Við hesum orðum lati eg aðalfundinum orðið og ynski tykkum ein framhaldandi góðan dag.

Tórshavn 24. apríl 2015

Heðin Mortensen
Formaður
Kommunufelagið