Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit sleppa ikki undan hesaferð!

Útgangsstøðið – hvar eru vit á veg.

Føroyski samfelagsbúskapurin hevur gjøgnum tíðirnar sveiggjað nógv við niðurgongd og uppgongd í framleiðslu og inntøkum. Hesi sveggj kunnu frágreiðast eitt nú við vantandi fiskanøgd av okkara høvuðsfiskasløgum – skapt antin vegna ov høgt veiðutrýst ella náttúrugivnað ávirkan.

Avbjóðingin hjá politisku skipanini er tí, at minka um hesi sveiggj, serliga tí, at hesi skaða nógv íløguvirksemi, skapa arbeiðsloysið, elva til fráflyting og minka um okkara útflutningsmøguleikar. Hesar umstøður hava eisini við sær trýst á vælferðarskipanina, serliga tá vit sum nú, fleiri ár á rað uppliva hall á fíggjarlógini - eitt bygnaðarligt hall, sum eftir hondini stavar frá vantandi inntøkum.

Hugtakið bygnaðarligt hall merkir, at verður hugt eftir grundleggjandi gongdini í framskrivingum uppá styttri og longri sikt, so hevur føroyski búskapurin ein permanentan haldføristrupulleika, tvs. eitt bygnaðarligt hall. Vit kunnu eisini siga, at eitt bygnaðarligt hall vísir, at vit hava eina varandi ójavnvág í millum inntøkur og útreiðslur – ella sagt við øðrum orðum, vit muga tillaga útreiðslurnar uppá sikt til tað, sum vit hava ráð til sum samfelag at gjalda fyri almennar tænastur og íløgur.

Tað er kortini greitt, at fekk landskassin fleiri skattainntøkur uppá styttri og longri sikt, so vildi ongin politikari hildi tað givið meining at tosa um bygnaðarligt hall longur, men heldur tá sagt, at høgt alment tænstustig skal takast fyri at verða ein nátturligur partur av einum framkomnum samfelag. Tað er td. ógvuliga lítil sannlíkindini fyri, at vit skulu innstilla okkara búskap og almenna sektor eftir einum fiskiskapi og avleiddum virksemi, sum er lágt í løtuni og sum vit vænta td. verður umleið 20% lægri komandi 5-10 árni ella sum vónandi ikki verður varandi.

Sostatt kunnu vit siga, at bygnaðarliga hallið nú eftir einum 5 árum í allar størsta mun stavar frá vantandi inntøkum. Tað er nakað, sum seinastu tíðina greitt bendir á, at Landskassin uppá sikt fær ein desperatan mangul uppá inntøkur – besta prógvið uppá henda mangul er realiseraða hallið í 2012, sum gjørdist størri enn væntað. Harafturat eru ikki sannlíkindi fyri at fáa javnvág í 2016 – tað er nevnliga órealistiskt við verandi inntøkumøguleikum og enn harðari sparingar vilja skapa fólkafráflyting.

Leikluturin hjá politisku skipanini

Royndirnar frá øllum búskaparkreppum í Føroyum hava víst, at politiska skipanin ikki hevur havt stórvegis ávirkan á ta uppgongd, sum krevst og hevur stýrt beint øvugt av, hvat krevst fíggjarpolitiskt.

Politiska skipanin hevur kortini í seinastuni, við hesari fíggjar- og búskaparkreppuni, roynt at tryggja ein stuttsiktaðan stabilitet, eitt nú við at gera rationaliseringar í rakstrinum, “sløkkja eldar” og fremja virksemisskapandi íløgur.

Sjálva inntøkuskapanina uppá sikt hevur tað almenna higartil ikki megnað serliga væl at skapa karmar um ella tryggja í fiskivinnuni. Tað er kortini eitt undantak – nevnliga alivinnan. Á hesum økinum hevur tað almenna megnað at skapa nakrar fastar og støðugar vinnukarmar, sum vinnan kann mennast og vaksa innanfyri - lívfrøðiliga og búskaparliga. Men legg til merkis, at hesir karmar vórðu gjørdir eftir, at vinnan lág í skelja sorli.

Spurningurin er so, um vit skulu til at koma í somu støðu við fiskivinnuni, áðrenn munagóðir karmar verða skaptir um vinnuliga virksemið. Nakrir partar av fiskiflotanum eru longu í fíggjarligum óføri og hava verði tað í nøkur ár.

Spurningurin er eisini, um tað almenna kundi gjørt somu royndirnar á fiskivinnuøkinum, sum alivinnan – nevnliga at umleggja, skapa størri effektivitet og produktivitet, skapa greiðar karmar og optimera framleiðsluna. Tað ræður um at tryggja, at øll lið í virðisketuni í fiskivinnuni hava ein optimalan og dygdargóðan rakstur og at neyðugar íløgur verða gjørdar í øllum liðum.

Tað, sum eg eftirlýsi er, at politiska skipanin arbeiðir meira langtsiktað og ger tað, sum skipanin er sett ella vald til at gera - og hevur skyldu at gera. Í løtuni verða stórir partar av fiskivinnuni seigpíndir fyri, at so nógv skulu sleppa at fiska sum gjørligt, men við tí úrsliti, at øll hesi eisini hava tað búskaparliga vánaligt og standa til avtøku.

Vit sleppa ikki undan hesaferð

Politiska skipanin má gera upp við seg sjálva um føroyski samfelagsbúskapurin skal byggja á marknaðarbúskap, planbúskap ella blandingsbúskap. Hetta val er ongantíð tilvitað tikið og gjøgnumført. Búskapurin hevur kortini seinastu árini meira mint um eina serútgávu av blandingsbúskapi – te. “flótandi búskapur”, har stýrt verður frá sak til sak, frá ár til ár, 1/3 privatisering o.a.

Tær inntøkur, sum vit gjøgnum árini hava upplivað koma aftur, nærmast av sær sjálvum, saman við størri tilgongd av fiskastovnum, skulu vit ikki longur vænta heldur fram hesaferð. Tað eru knýttar stórar óvissur um okkara náttúrugivnað tilfeingið uppá longri sikt. Tað er eisini óvist, hvussu pelagisku stovnarnir halda til verandi veiðustrýst o.a.

Avbjóðingin verður tí - og tað sleppur hvørki løgting ella landsstýrið undan - at tryggja landskassanum eitt hægri og meira støðugt inntøkugrundarlag og skapa karmar um ein vinnudrivnan vøkstur. Tað er nakað, sum bendir á, at tað ikki longur verður tíð til at gera eksperimentir og uttanumloysnir – soleiðis sum vit hava sæð higartil.

Eitt politiskt og búskaparligt eksperiment, sum víst verður á, er td., at gerast skal ein skatting av ónormalum vinningi í fiskiflotanum. Hetta verður ein sera trupult skipan at umsita. Spurningarnir eru nógvir, sum stinga seg upp – objektivar mátingar av ymiskum slag: hvat er normalur vinningur í einari vinnugrein, hvat er ónormalur vinningur, hvørja meining geva gomul søgulig roknskaparúrslit fyri núverandi og framtíðar vinnumøguleikar og fortreytir. Talan verður her um eina skipan, sum verður fullkomuliga ómøgulig at hava við at gera í praksis – fakliga, umsitingarliga og politiskt.

Sambandsflokkurin eigur tí, sum ein liberalur flokkur, at virka so fyri, at fiskivinnan verður rikin eftir marknaðartreytum við ávísum reguleringum – hetta er besti hátturin, at tryggja optimala inntøkuskapan og virðisøking.

Vit eiga at endurskoða okkara skattaskipan og víðka um skattagrundalagið í samfelagnum. Landið eigur tí at bjóða út øll veiðuloyvi í fríari uppboðssølu. Hetta eigur at verða partur av arbeiðinum og verkætlanini at nýskipa føroysku fiskivinnuna.

Ein politiskur flokkur við ábyrgd, eigur alla tíðina at verða uppá forkant og eisini eftirmeta tiknar avgerðir, í tráð við, at samfelagið flytir seg og at sett verða nýggj krøv fyri at yvirliva búskaparliga.

Vit sleppa ikki undan hesaferð: Alternativið er, at okkara lánsveitarar ella kreditorar fara at seta politisku dagsskránna.

Annfinn Brekkstein

Býráðlimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin