Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag

Vit kunnu fegnast um, at lógin um Almannatrygd og tænastur og aðrar fylgilógir, nú eru samtyktar - hetta hendi á løgtingsfundinum týsdagin.

Bulurin í lógini er menning og endurmenning (rehabilitering), har borgarin skal takast við upp á ráð, fáa eina skjóta og góða ráðgeving og í heila taki stuðlast, fyri at kunna liva eitt so vanligt lív sum gjørligt, á tí støði, sum borgarin er. 

Viðlíkahaldsvenjing, sum er ein sera týðandi partur av lívsgóðskuni, verður nú eisini ein partur av lógini.
Tann  samskipandi parturin í lógini er sera týdningarmikil og ikki minst ráðgeving til borgaran og avvarðandi, um hvørjar tænastur út frá heildarætlannini, sum borgarin hevur tørv á, skal hava. Serligani fyri borgarar, sum i longri tíðarskeið hava brúk fyri hjálp, er nógv vunnið. 

Sum støðan hevur verið, so hevur tað verið uppgávan hjá borgarunum, og ikki minst teirra avvarðandi, at samskipa tær tænastur, har tey sjálvi oftani hava verið noydd at søkja um ymiskar tænastur, sum tørvur hevur verið á. 

Enn vantar kortini tann yvirskipaða samskipanin - vit eru samd um, at hesin parturin er sera týdningarmikil. Sjálvt um lógin ásetur samskipan innan almannaøkið, og samstarv við onnur økir, sum heilsuverk, skúli og barnavernd v.m., so er neyðugt fyri borgarin at fáa ein óheftan yvirskipaðan samskipara, sum kann veita borgarum og avvarðandi ráðgeving og fylgja upp uppá tær tænastur ella broytingar, sum eru neyðugar fyri borgaran. 

Eg vil takka landsstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyri gott arbeiði og samstarv.
Sambandsflokkurin fegnast  um, at tey lyfti vit hava givið til borgaran innanfyri almannaøkið, nú eru uppfylgd - og at vit við nýggju lóggávuni kunnu styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag.

Rósa Samuelsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin