Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit virðismeta tykkara glaðu og lívsjáttandi tónar

Viðheft er talan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt, tá ið nýggju hølini hjá Frelsunarherinum blivu vígd fríggjakvøldið.

Góðu tit øll í Frelsunarherinum – og øll tit onnur, sum her eru komin saman! Hugnaligt at síggja so nógv fólk til at fagna hølunum og Frelsunarherinum í kvøld

Først av alt vil jeg ønske kommandørparret Dick og Vibeke Krommenhoek og divisionslederne Gunnar og Ida Karin Eide velkommen til Torshavn.

Jeg skjønner, at dette er det første besøket deres her på øyene, so hjertelig velkommen skal dere være til Tórshavn og Færøyene!

* * *

Ja, so upprann hesin stóri dagurin í søguni hjá Frelsunarherinum í Havn, nú dyrnar endiliga eru latnar upp til hesi nýggju og sera snotiligu felagshøli tykkara. Flott arbeiði hjá tykkum sum hava teknað, roknað út og smíðað. Ikki minst sjálvbodna arbeiðið frá samkomuni, sum tit í dag fáa kvittan fyri, sera gott

Fyrsta dagin eru 89 ár liðin, síðani Frelsunarherurin fekk fótin fastan her í býnum í 1924, og bara tvey ár seinni blivu hesi húsini keypt, sum vit nú eru í.

Hetta ber boð um framskygni og trúgv upp á tað, Frelsunarherurin vildi gera og kendi seg kallaðan til, og nú síggja vit, hvussu væl henda dagføringin er eydnast.

Vit eru mong, sum í langa tíð hava bíðað spent eftir degnum í dag, nú dyrnar skuldu latast uppaftur av nýggjum her í Tórsgøtu 19, og kenslan er fantastiska góð.

Sum borgarstjóri í Havn kann eg ikki annað enn fegnast um, at Frelsunarherurin hevur tryggjað sína framtíð í býnum – ja, í sjálvum hjartanum av Havnini.

Tað er her, at Frelsunarherurin hoyrir heima, og tað er ikki smávegis avrik, tit nú hava greitt úr hondum, og hesum ódnartaki kunnu vit onnur bara hava størstu virðing fyri.

Minnist á løtuna sum Bernhardur, Maria saman við fleiri í samkomuni komu á tal við meg um hølir, tí tey høvdu onki innivist í nærheitini av Frelsunarherinum. Vit funni skjótt fram til, at tit fingu Posthúskjallaran, sum tit nú hava havt í eitt gott ár. Vit koma at sakna tykkum í Posthúskjallarinum , nú tit flyta niðan aftur. Men hetta eru sera góð hølir, sum tit nú flyta í aftur, til lukku við tí.

* * *

Her í Tórsgøtu hava tit allar dagar havt tykkara heim, og tykkara góða hjálpararbeiði, ið ber boð um hjørtu á rætta stað, hevur havt ovurhonds stóran týdning fyri býin.

Og við hesum nýggju og nýmótans hølunum fáa tit nýggjar og spennandi møguleikar, og við so góðum kørmum hevur Frelsunarherurin sum samkoma bestu gróðrarlíkindi.

Tit eru kanska ikki tann størsta kristna samkoman í býnum, men eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at tit helst eru ein hin sjónligasta samkoman av øllum.

Útimøtini við hornblástri kenna vit øll, og eingin av okkum kann so mikið sum ímynda sær eina ólavsøku uttan Frelsunarherin.** Ein heilt serligur dámur er yvir løtuni, tá herliðið kemur marsjerandi oman gjøgnum gongugøtuna við hornblástri og í sínum eyðkendu búnum.

Hetta er ein sjón, allir føroyingar kenna og eru glaðir fyri, og hóast eg hvørki vil gloyma ella undirmeta alt tykkara arbeiði aðrar tíðir á árinum, er hetta nakað serligt.

Fyri okkum øllum standa tit sum tann glaða og festliga ímyndin av fordómsfríum næstrakærleika, ið ikki setir nakran eftir, men er líka ímóti høgum og lágum.

* * *

Tað ovurhonds stóra arbeiðið, ið Frelsunarherurin ger fyri nøkur av teimum veikastu í samfelagnum, kann slett ikki gerast upp í krónum og oyrum.

Vit kunnu bara nevna sum dømi Herbergið, ið tit so flott hava rikið síðstu 15 árini, og sum gevur teimum tak yvir høvdið og skjól fyri náttina, sum einki eiga.

Grundvøllurin í øllum tí, sum Frelsunarherurin fæst við, er trúgvin á Várharra og tann áður nevndi næstrakærleikin, ið markleyst er longdi armur Meistarans á foldum.

Tit liva bókstaviliga við Jesusi sum fyrimynd, tí hann stúrdi ikki fyri at sita til borðs við syndarum, tollarum, heldur enn farisearunum, ið hildu væl til standa.** Í Frelsunarherurin kemur hesin deiligi næstrakærleikin til sín rætt, so ein hjálpandi hond ongantíð er so langt burturi, at hon ikki røkkur út til tann, ið tørvar hjálp.

* * *

Einki er at siga til, at Frelsunarherurin á hvørjum ári er í uppskoti til friðarheiðursløn Nobels, tí fylgdu vit tykkara fyridømi, var heimurin longu eitt betri stað at liva í.

Eisini má eg líka nevna, at tað var í hesum húsi, at spírin varð lagdur niður í ein ungan Njál Djurhuus, sum í ein mansaldur hevur staðið í hersins tænastu.

Saman við tykkum hava vit onnur verið fegin og errin, tá vit hava sæð og hoyrt, at bæði Erna og Njál hava verið høgt í metum fyri sítt stóra arbeiði í Oslo.

Hetta arbeiði er átøkt tí innsatsi, Frelsunarherurin ger í okkara høvuðsstaði, og hóast umstøðurnar kanska ikki eru tær somu, verður alt gjørt í sama góða anda.

Vit onnur kunnu læra nógv av tykkara tolsemi og kærleika, tí vit koma altíð longst við at virðismeta tað, sum goymir seg inanní, og ikki bara tad sum er uttaná.

* * *

Vit í Tórshavnar kommunu hava altíð verið fegin um tað góða samstarv, sum vit hava havt og hava við Frelsunarherin, og vit fegnast um, at vit eisini kunnu taka felags tøk.

Hetta kom eitt nú til sjóndar í summar, tá vit dagin fyri ólavsøku kliptu snórin til ta nýggju Hitastovuna, sum er dagtilboðið til teirra, ið brúka Herbergið um náttina.

Hetta er eitt tilboð, sum Frelsunarherurin og Tórshavnar kommuna í felag hava tikið stig til, og vit eru veruliga glað fyri, at vit eisini kunnu hjálpa tykkum at hjálpa.

Tann dagin segði leiðarin fyri Hitastovuna, Martin Kúrberg, tað so væl, tá hann við fáum orðum lýsti hugburðin hjá Frelsunarherinum mótvegis medmenniskjunum:

“Her vilja vit hava opnar armar og taka ímóti øllum vitjandi við virðing og umsorgan.”

Hetta sigur alt um tað hjartarúm, sum er í Frelsunarherinum, tí tit eru altíð klár við eini hjálpandi hond, og vit, sum vara av býnum, eru ógvuliga takksom fyri tað.

Sum eg nevndi í áðni, so eru tit kanska ikki tann størsta kristna samkoman í býnum, men tit eru øll sum ein veruligar eldsálir, so tað eisini sæst aftur í tykkara verki.

Lív er í, har sum Frelsunarherurin er, og tit skulu vita, at vit virðismeta tykkara glaðu og lívsjáttandi tónar – og tykkara bros og ljósu andlit fortelja meira enn túsund orð.

Vegna Tórshavnar kommunu vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju hølunum og at Harrans ríka signing má fylgja við arbeiði tykkara í komandi tíðum.

Takk fyri!

Heðin Mortensen

borgarstjóri