Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vitleysa projekti, at forskatta pensiónirnar

Teitur Lassen vísur í grein á Vágaportalinum ein óhugnaligan veruleika, um hvørja ávirkan forskatting av pensiónum, kemur at hava fyri okkara framtíðar pensionistar.

Kann nakar koma við einum sjónarmiði um, hví einki annað land í framkomna heiminum, hevur forskatta pensiónirnar hjá teirra framtíðar pensionistum.

Hví Grikkalan, Spania og Portugal, ið er um at fara á húsagang, við øllum teirra serfrøði ikki finna uppá, at forskatta sínar pensionistar. Og hví í Harrans navni setur ES ikki fíggjaligt krav til hesi lond, um at forskatta teirra pensiónir, sum ein fíggjarligan garanti fyri at ES lænir hesum londum fleiri hundrað milliardir , soleiðis at tey kunna hóra undan fíggjarliga.

Hetta skuldi sambært teoriini hjá Løgmanni og Fíggjarmálaráðharranum verið ein sannur fíggjarligur gloypibiti, hjá báðum pørtum, men nei.

Teir einasta knokkarnir sum nakrar dagar frammanundan jólum í 2011, sóu ljósið, og gjørdu øllum heimsins serfrøðingunum í framkomna heiminum til skammar, tað vóru merkiligt nokk tær 20 nikkudukkurnar, ið mannaðu samgongumeirilutan á Føroya Løgtingi tað tíðina.

Er tað ikki ótrúligt, ar okkara lítla fjarskotna land, skal hava fostra, kanska 20 teir glóggastu heilarnar í heiminum, sjálvur haldi eg tað er fantastiskt. Hví ikki senda okkara pellimálaráðharra og hansara upp aftur gløggari Løgmann útí heim, og greiða øllum heimsins londum og teirra skattaserfrøðingunum um " hetta serføroyska mirakli " har hesir óvanligu heilar hava funni ein heilt ókendan matematiskan formel, ið fullkomuliga kemur, at kollvelta allar pensiónsskipanir í heiminum.

Trupuleikin er bara, at stórur partur av teirra landsmonnum eru so matematiskt skít býttir, at teir skilja ikki " hetta serføroyska mirakli ".

Teir halda hinvegin, at forskatting av framtíðar pensiónum, kemur at gerast størsta fíggjarliga gøla nakrantíð í føroyskum politikki. Men tann tíðin tá gølan gerst veruleiki, og pensiónirnar verða dupult skattaðar og pensiónir teirra uppetnar av hækkandi prístalið og øðrum hækkandi gjøldum, tá sita "serfrøðingarnir" sum hava samtykt hetta vitleysa projekt, afturá við eini feitar pensión, sum teir ikki hava inngoldið eitt fimm oyra til.

Sepp Piontek sum var venjari hjá danska dýnamitt landsliðnum í 80 unum, hevði ofta á munni, "det er de små marginaler". Og sigast kann, at tað vóru de små marginaler, sum var orsøkin til, at vit fingu tað samgongu vit hava í dag.

Øll sum hava fylgt við í politikk, sóu aftaná seinasta fólkatingsval, at veljarar fólkaflokksins góðu Anniku Olsen eina so dygga álitisváttan, at eingin sum helst ivi var um, at sambært hesi álitisváttan var hon sjálvskriva sum formaður flokksin, tá formasvalið skuldi avgreiðast.

Men sum øll vita, so vann hetta ikki frama, tí vegna síni liberalu stjórnarmið, var hon ein hóttan í móti tí ultrahøgra bólkinum í flokkinum, og teirra politisku sjónamiðum.Í staðin fyri eitt exit úr føroyskum politikki, so bjargaði sitandi formaður sær formannssessin, við lyftum upp til løgtingsvalið, um ein ófíggjaðan flatskatt.

Hevði veljarin havt ánilsi av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar nevnda formannsval, kom at hava fyri framtíðar pensionistar, so var henda níðingsgerð deyð í egginum. Og Tórshavn hevði kanska havt ein kvinnuligan borgarstjóra, sum kanska var noydd, at siga henda sess frá sær sær, orsaka av at hon varð kosin til Løgmann. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Í staðin fyri hava vit ein Sambandsflokk sum av sitandi Løgmanni er drigin so langt til høgru, at hann er við, at yvurhála sín samstarvsflokk, og tað sigur ikki so lítið.

Eg vil hervið heita á Løgmann og Fíggjarmálaráðharran um alment, at koma við eini frágreiðing um, hví einki annað samfelag í Europa forskattar sín pensiónir. Ella var orsøkin fyrst og frems bert fyri, at fáa vald, sum okkara framtíðar pensionistar koma at bløða fyri, tá tann so nógv av tykkum nevnda " eldrabyrða " kom í hæddina. Gráa gulli, hevði hóska betri, til teirra sum hava verið við til, at uppbygt tað samfelag, sum tit sjálvir, nú nýta gott av. Men ístaðin fyri, so sk... tit í reiðrið.

Frank Davidsen