Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vodafone kollveltir enn einaferð føroyska telemarknaðin við einum nýggjum haldi til føroysku familjuna, RED Familja.

Nógv er broytt í føroyska telemarknaðinum seinastu árini. Fyrr var vanligt, at eitt húski hevði eina heimatelefon, sum øll vóru saman um. Men talið av heimatelefonum er fallið nógv, tí í dag er vanligt, at bæði foreldur og børn hava hvør sína fartelefon. Men hetta merkir eisini fleiri rokningar. Tí bjóðar Vodafone nú eitt nýtt og einfaldari familjuhald, har familjan rindar eitt fast mánaðargjald fyri øll fatelefonhaldini í húskinum.

Red Familja er eitt hald, ið fevnir um øll í húskinum og goldið verður bara fyri tað eina haldið. Til ber at seta haldið saman við eyka tænastum, alt eftir tørvi. 

“Vit meta, at nýggja haldið passar væl til tørvin hjá føroysku familjuni. Her fáa tey meira innihald, samstundis sum tey koma at merkja eina munandi sparing,” sigur Suni Justinussen, sølustjóri í Vodafone.