Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstru f.v. Rúnar Reistrup, Heiðar Guðjónsson og Henny á Líknargøtu eru nevndarlimir í Vodafone. Myndin er tikin frá einari útferð í mai.

Vodafone nýggja nevnd

Nevndin í Vodafone hevur fingið nýggjan formann og nýggjar nevndarlimir. Meirilutin í nevndini eru nú føroyingar

Tíðindaskriv

Nevndin í Vodafone er nú mannað við Heiðar Guðjónsson formanni, Rúnari Reistrup og Henny á Líknagøtu. Viðskiftafólk hjá Vodafone fara ikki sum so at leggja til merkis broytingar í nevndini, men seinasta tíðin hevur ikki verið uttan broytingar.

- Kundin merkir í løtuni stórar broytingar við munandi betri tilboðum, enn vit nakrantíð hava sæð áður í Føroyum. Við Vodafone Red og Data Traveller hava vit flutt okkum og føroyska marknaðin eitt risafet, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone.

Nýggir nevndarlimir

Afturat sær í nevndini hevur Heiðar Guðjónsson tveir føroyingar. Nýggj í nevndini er Henny á á Líknargøtu. Henny á Líknargøtu er sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line. Tá Kall, sum seinni skifti navn til Vodafone, byrjaði sítt virksemi í 2002 var Henny marknaðarleiðari í Vodafone. Tískil er talan um ein royndan persón innan fjarskifti.

Rúnar Reistrup hevur starvast hjá Vodafone Global í London í leiðandi starvi innan menning av nýggjum produktum. Hann er í dag stjóri fyri Depop, sum er skjóttveksandi fyritøka innan sølu millum fólk av alskyns lutum umvegis snildfonina. Hann hevur sitið í nevndini síðani november 2013.

Nýggi nevndarformaðurin, Heiðar Guðjónsson, er eisini nevndarformaður í íslendska Vodafone, og hann er størsti privati partaeigarin í íslendsku fyritøkuni. Heiðar Guðjónsson er eigari og stjóri í íleggingarfelagi, sum eigur í ymsum vinnum og marknaðum.

- Føroyski marknaðurin er livandi og krevjandi at virka á. Neyðugt er at hava fólk í nevndini, sum kenna til føroyska marknaðin og altjóða gongdina innan fjarskifti, har broytingarnar eru nógvar og títtar, sigur Gudny Langgaard, stjóri fyri Vodafone.

Broytingar á tænastunum

Hjá Vodafone hevur verið úr at gera síðani seinastu tíðina við nógvum nýggjum tænastum, sum kundarnir hava tikið væl ímóti.

- Vodafone RED byrjaði 1. mai. Nú kunnu vit bjóða fólki fría talu og internet í einum kostnaðargóðum haldi, og tað er ein ógvuslig broyting, um vit bara hugsað nøkur fá ár aftur í tíðina. Síðani hava vit eisini betra munandi um prísirnar á internet á fartelefonini í Evropa við Data Traveller, sigur Gudny Langgaard. Hon er ikki í iva um, at nýggja nevndin fer at styrkja møguleikar hjá Vodafone at bjóða enn fleiri kappingarførar tænastur.

- Vit hava gjørt greitt, at vit ætla okkum at kappast á føroyskar marknaðinum. Vit flyta skjótt í nýggj høli, og vit gera í løtuni stórar íløgur í 3G-netverkið, soleiðis at vit kunnu bjóða eitt tíðarhóskandi net til framtíðar tørvin, sigur Gudny Langgaard.