Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegna ov lítla undirtøku hevur nevndin í TSF í dag avgjørt at avlýsa kappingina í ár.

Nevndin í Tórshavnar Súkklufelag hevur í dag avgjørt ikki at skipa fyri árligu etapu súkklukappingini, Volvo Kring Føroyar. 

- Torkil Veyhe, ið aftur í ár var favorittur at vinna kappingina, hevur givið avboð. Hann skal í næstum luttaka í Post Cup Nord, og vit skilja væl hansara avgerð, sigur TSF í einum stuttum tíðindaskrvi, ið er sent til fjølmiðlarnar. 

Avgerðin at avlýsa hevur ikki beinleiðis nakað at gera við avgerðina hjá Torkil, men heldur tann, at luttøkan í ár ikki er so góð. 

 Nevndin harmast støðuna. Tey, ið hava goldið fáa mail og peningin afturfluttan í næstum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag.