Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vónirnar og krónirnar liggja í fiskaskræðuni: Hetta hevði verið nakað fyri Mirakulix

Høvuðsmarknaðurin er Asia, og saman við spaniólum, seta tey nú ferð á framleiðsluna á Eiði, sigur Eyðun Gaardbo, stjóri í partafelagnum Seanergy, ið eigur fiska-collagen-verksmiðjuna á Eiði, sum blaðið vitjaði í góðveðrinum fríggjadagin.

Grein í Oyggjatíðindum, mikudagin 22. Apríl 2009:

Á vitjan á Collagenverksmiðjuni á Eiði:

Á Eiði hevur kommunan skapt góðar vinnuligar møguleikar. Bygningurin hjá Seanergy liggur stórur og dominerar á niðaru rókini á vinnuøkinum. Við síðuna av gera tey brævbjálvar á Tonito, og longri úti kókaðu tey fríggjadagin livrar á Salmons Proteins, ið alivinnan eigur og rekur.

Á ovaru rókini á nýggja vinnuøkinum, halda Hans Egil Joensen og synir til við lastbilaparkini.

Vit vita, at nógv fólk hava verið í gongd inni í hesum Seanergy bygninginum seinastu árini.

Forvitnisligt var tað eisini at hoyra, at her arbeiddi ein maður, sum hevði havt hægsta starv í Føroyum. Skuldu vit fara eftir collageninum ella skuldi vit fara eftir manninum við hægsta starvinum í Føroyum?

Johan hevði verið seyðamaður á Slættaratindi, so frágreiðingin um, at hann hevði havt Føroya hægsta starv, var góð nokk, sjálvt um tað ikki júst sást á skræðuni. Men collagen-framleiðslan úr fiskaskræðu lokkaði tó meira

Vit vildu hava at vita hví fiskaskræða knappliga kundi metast gull verd, sum útflutningsvørða, tí fyri flestu føroyingar hevur tað bara verið troyttandi pilkarí, tá døgurðin hevur verið ræstur fiskur, hvussu ólukkan kundi hetta gerast týðandi partur av heimshandlinum.

Tað fingu vit alt at vita um frá Eyðuni Gaardbo, stjóra, og Hjørdis Klein, sum heima í páskaferiuni, vitjaði og arbeiddi á virkinum á Eiði. Hon er annars í praktikk úr Edinburgh, har hon lesur marknaðarførings økonomi.

Hennara leiklutur er at samskipa ella vera bindilið millum Eiði og sponsku samstarvs-fyritøkuna, Junca Gelatines, har hon eisini hevur havt dagliga gongd seinastu mánaðirnar.

Eyðun Gaardbo er ikki ein persónur við stórum armsveiggjum. Hann virkar róligur og álitisvekjandi. Lættur at samskifta við, og sjálvt um nógv liggur í framtíðar kortunum hjá Seanergy, so sum eisini at fáa nakað burturur livrini, er tað upsaskræðan, ið verður fokuserað uppá beint nú.

Hjørdis setti fyri okkum eitt glas. Í glasinum var eitt hvítt pulvur í. Hette var upsaskræða, tá ið hon hevur verið í gjøgnum framleiðslu skipanina á virkinum. Hetta collagen-pulvur er universelt. Kann upploysast í flógvum vatni og drekkast sum heilsugevandi drykkur. Er sera gott fyri liðir, brøsk og liðbond, so fólk við giktini hava gott av at drekka eitt glas um dagin.

Vit royndu eisini eitt glas. Uppskriftin var tríggjar te skeiðir við collagen-pulvuri upployst í heitum vatn. Hetta smakkaði væl, og liðbondini eru ikki líka trek, sum tey plaga, kunnu vit heilsa og siga. Og ikki óvæntað, fingu vit at vita, at Collagen kundi brúkast til orkudrykkir eisini.

Øll kenna gandakallin í Asterix.

Mirakulix hevði sína egnu blanding. Og nú vónirnar og krónurnar liggja í fiskaskræðuni, vildi hetta heilt víst verið nakað fyri Mirakulix.

------

Sum kavafligrur úr reina norðuratlantshavinum

Japan er so nógv størsti marknaðurin í Asia, men hóast stórur partur av hesum marknaði verður framleiddur úr grísi, so koma føroyingar í harða kapping við Kanada, sum eisini framleiðir collagen úr fiskakræðu.

Grein í Oyggjatíðindum, mikudagin 22. Apríl 2009:

Á vitjan á Collagenverksmiðjuni á Eiði:

Tá fiskaskræðan er altavgerandi í føroysku framleiðsluni av collagen, er tað als ikki heppið fyri Seanergey, at kanadiar eisini trola eftir skræðu á føroyska marknaðinum.

Kortini heldur Eyðun Gaardbo ikki, at tað verða trupulleikar hjá teimum, at útvega sær nokk av ráðvøru. Uppá fyrispurning um, hví collagen bert verður framleitt burturúr skræðu frá upsa og ikki øðrum fiskasløgum, sigur hann, at nógv mest er til av upsa, sum harvið gevur eina støðuga rávørutilgongd. Men onnur fiskasløg eru avgjørt áhugaverd, sum rávørugrundarlag.

Stjórin í Seanergy sigur, at norðmenn hava roynt at ment hesa soimu framleiðslu úr skræðu, men teirra royndir miseydnaðust. Hetta vísir hvussu torført tað er at vinna fram á hesum marknaði.

Eyðun Gaardbo sigur, at tey hava sent royndir til teir framleiðarar, ið skulu brúka collageni innan kosmetiskar vørur, heilsuúrdráttir ella annan úrdrátt, og at afturmeldingarnar hava verið góðar. Teir flestu framleiðararnir vilja hava eina vøru, sum er neutral, og hvørki luktar ella hevur nakran lit ella smakk, tá collagen-pulvurið er upployst. Men tó er ymiskt frá framleiðara til framleiðara. Góða effektin av collagen-framleiðsluni er veruleiki, og tað er hendan veruleika, asiatiski marknaðurin sleppur at smakka fyrsta dagin. Nú verður sett full ferð á framleiðsluna.

Eyðun Gaardbo og Hjørdis Klein, leiddu okkum á ein sera áhugaverdan túr á virkinum, sum byrjaði við karinum, har upsaskræðan varð latin niðurí. Í næsta karinum endaði rosli, sum tað er serliga nógv av í upsa. Stjórin segði seg ikki rættiliga vita hvat rosli kundi brúkast til, men tað var eisini tað einasta ivamál á øllum túrinum.

Øll framleiðslan verður sum fyrr greitt frá, stýrd frá teldu, ið spaniólar kunnu fylgja við í. Til seinast endaði collagen vætan í einum stórum tanga, sum turkaði collageni til pulvur, sum til seinast glíður niður í posar, klárir at sendast av landinum.

Ætlanin er at Collagen´framleiðslan skal sendast beinleiðis úr Føroyum til framleiðara. Kanska verður ein goymsla í Spania, fyri líkasum at byggja upp fyri møguligum trupulleikum við t.d. ferðslu, ella av øðrum slagi.

Og hvørki Eyðun ella Hjørdis ivaðust í, at marknaðarføringin fór at vinna uppá reina norðuratlantiska umhvørvi. Tað er ein fyrimunur, at allur heimurin hevur fokus á veðurlagsbroytingar, sunnan livihátt, og sunna matvøru- og heilsuframleiðslu úr Føroyum.

Framleiðslan av collagen pulvurinum á Eiði verður ment støðugt, og í tøttum samstarvið við samstarvsfelagarnar í Spania. Tá ið tey framleiða Collagen á Eiði, verður hetta stýrt við einum telduforriti. Framleiðslan er gjørd so snilt, at spaniólar kunnu sita og fylgja framleiðsluni á egnari teldu, og teir kunnu eisini blanda seg uppí, broyta samansetingina, og annars vera við í framleiðsluni, sum um teir vóru í Føroyum.

Hetta kann av røttum kallast globaliseraður framburður.

Og tá arabiski heimurin ikki kundi droymt um at keypt collagen-vørur framleiddar úr grísi, so kundi hetta verðið ein áhugaverdur marknaður fyri collagen, framleitt úr upsaskræðu á Eiði, ið skjótt verður stoyttur yvir altjóða marknaðin, sum kavafligrur úr reina og klára norðuratlantshavinum.

-----

Greinin, “Spanska sambandið var avgerandi”, sum varð skrivað 24. apríl 2009, var lagt út á heimasíðuna, sunnudagin 19. Oktober 2014.

Í hesum afturlítandi greinum hendi nógv. Eisini á Eiði, áðrenn prosjektið tíverri, koppaði av heimskreppuni. Men støðan er sera áhugaverd at lýsa tí dreymurin er ikki deyður, skilst.