Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VØRN kann ikki prógva óreglusemi hjá garnaskipum í longri tíð

Í svari sínum til fyrispunring hjá til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sigur Jacob Vestergaard, m.a., at VØRN hevur helst ikki sama kunnleika sum løgtingsmaðurin, tá ið talan er um virksemið hjá garnaskipunum. VØRN hevur ikki prógv um, at garnaskip hava framt slíkt óreglusemi í longri tíð.

Fyrispurningur um eftirlit, trygd o.a., settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu ofta Vørn hevur framt eftirlit umborð á hvørjum av teimum fiskiskipunum, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørnum í føroyskum sjógvi seinastu trý árini.

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um týðandi viðmerkingar eru gjørdar til dagbókina fyri hvørt skipið sær, tá vitjað hevur verið umborð.

3. Hava útlendingar sum partur av manning havt kravda trygdarskeiðið og Bláu Bók.

4. Heldur landsstýrismaðurin, at eftirlitið er nøktandi, tá eitt skip við loyvi til 1400 gørn av tilvild/óhappi verður avdúkað at nýta meira enn trífaldað tal av gørnum.

5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa samlaðu veiðuna fyri hvørt skipið sær tvey tey seinastu árini.

6. Hvar er veiðan løgd upp á land nevnda tíðarskeið, fyri einstøku skipini.

7. Er regluligt eftirlit við landing í Føroyum og uttanlands.

Svar:

Til nr. 1.

Í tíðarskeiðinum 1. januar 2011 til 28. apríl 2014 hava skipini hjá VØRN, eins og eftirlitsfólk úr landi, kannað garnaskip umborð tilsamans 30 ferðir.

Vesturland og Drelnes eru kannað 1 ferð, Anita og Ågot eru kannað 4 ferðir, Thor er kannaður 5 ferðir, Gudrun er kannað 7 ferðir, og Oknin er kannað 8 ferðir.

Til nr. 2.

Týðandi viðmerkingar hava verið til dagbókina hjá Ågot í sambandi við eftirlitskanning tann 15. apríl í 2013 og hjá Anitu tann 21. apríl 2014.

Til nr. 3.

Staðfest er, at fleiri brot eru framd á føroysku garnaskipunum, hvar føroyskir og útlendskir sjómenn ikki hava lokið kravið um trygdarskeið og bláu bók.

4 menn umborð á garnaskipum manglaðu heilsuváttan, og 10 hava manglað trygdarskeið í sambandi við kanningar hjá Brimli og Tjaldrinum.

Harumframt hevur eftirlitið á landi í tveimum førum staðfest, at stórur partur av útlendsku manningini á Anitu manglaðu trygdarskeið.

Brot av hesum slag verða latin Føroya Landfúta til víðari viðgerð.

Til nr. 4.

Málið um gørnini hjá Anitu bleiv ikki avdúkað av tilvild og hevði einki við deyðsvanlukkuna umborð at gera.

VØRN setti tann 8. januar í ár ein váðametingarbólk fyri at gera raðfestingar, so at sum mest eftirlit kundi fáast undir verandi játtan.

Váðametingin var klár tann 28. februar í ár, og avgjørt varð m.a. at raðfesta kanningar av garnatølum.

VØRN hevði illgruna um, at Anita hevði ov nógv gørn, eftir at manningin bleiv økt munandi um ársskiftið, og hevði eisini fingið áheitan frá borgara fyrst á árinum, sum styðjaði undir illgrunan.

Manning av Brimli var umborð á garnaskipinum Anitu, tá teir drógu gørnini í døgunum 2.- 21. apríl 2014. Har bleiv staðfest, at garnaskipið hevði meiri enn trífalt loyvda garnatalið standandi í sjónum.

Kanningin av Anitu tók óvanliga langa tíð, og kostaði stovninum omanfyri 400.000 krónur í eykaútreiðslum.

Løgtingsmaðurin sigur í viðmerkingunum til spurningarnar, at seinastu dagarnir hava prógvað, at óskil í longri tíð hevur valdað, tá tað kann bera til at royna við fleirfaldaðum reiðskapi enn loyvt er.

Anita fór til fiskiskap 24. januar 2014 eftir at verða umbygd til nærum tvífalda manning á dekkinum, og tað tykist lítið sannlíkt, at farið hevði klárað at røkta stóra garnatalið við undanfarnu deksmanning.

VØRN hevur helst ikki sama kunnleika sum løgtingsmaðurin, tá ið talan er um virksemið hjá garnaskipunum. VØRN hevur ikki prógv um, at garnaskip hava framt slíkt óreglusemi í longri tíð.

Til nr. 5.

Samlaða veiðan í kilo fyri hvørt skipið seinastu tvey árini er:

Avreiðingar í 2012

TG0107                   DRELNES                     61.444

VN0307                  VESTURLAND             146.997

FD0543                  OKNIN                         423.735

VN0087                 THOR                           108.731

TG0788                  ANITA                         389.276

Avreiðingar í 2013

VN0087                 THOR                          160.560

TG0788                 ANITA                          532.179

FD0543                 OKNIN                          403.263

KG0244 ÅGOT 403.469

Til nr. 6.

Veiðan seinastu tvey árini er løgd upp í fylgjandi havnum:

Øll veiðan frá Gudrun og Ågot er løgd upp í Klaksvík.

Veiðan frá Oknini er løgd upp á Toftum og í Runavík, Tórshavn og Klaksvík.

Øll veiðan frá Thor er løgd upp í Tórshavn.

Veiðan frá Anitu er løgd upp í Tórshavn, Miðvági, Klaksvík og í Vigo í Spaniu.

Til nr. 7.

VØRN fremur regluliga eftirlit við landingum frá garnaskipum í Føroyum.

Tá landað verður uttanlands, eru tað aðrir myndugleikar, sum fremja eftirlit sambært millumtjóða avtalu nevnd “NEAFC Port State Control”.

Jacob Vestergaard

landsstýrismaður