Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vørur uttan góðkenning, skumpa tey góðkendu út

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum grein 52a fyrispurningur:

1) Er grundarlagið fyri sølu og burðardyggum rakstri versnað av samtyktu broytingunum í matvørulógini, hjá einstaklingum og smærri fyritøkum, ið virka eftir løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.

2) Um tað er veruleikin, fer landsstýrismaðurin at taka stig til at veita teimum endurgjald, ið áður noyddust at gera stórar íløgur, um teir skuldu fáa løggilding frá almenna myndugleikanum, fyri at kunna fremja sítt virksemi.

Viðmerkingar
Broytingarnar, gjørdar vórðu í matvørulógini, hava óhepnar avleiðingar fyri smærri fyritøkur við góðskugóðkenning. Hesar hava gjørt stórar íløgur í hølir, útbúnað og góðkenda arbeiðsgongd, til tess at uppfylla treytirnar fyri at fáa fáa løggilding til sítt virksemi, frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.

Nú onnur kunnu bjóða seg fram og kunnu selja vøru sína uttan góðkenning, á einum frammanundan sera avmarkaðum heimamarknaði, gerst kappingin ójøvn. Tí er spurningurin, um grundarlag er fyri framhaldandi burðardyggum rakstri við løggilding, tá útboðið gerst størri og treytirnar ymiskar.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður