Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Whistleblowing á fólkafundinum

Fólkafundurin - leygardagin kl. 16.30 (Pallur 2): Leygardagin skipar Starvsmannafelagið fyri spennandi tiltaki um evnið whistleblowing. Eitt evni, sum aftur er háaktuelt eftir, at nýggja samgonga er komin til og hevur sett sær fyri at arbeiða fyri at seta í verk eina varskógvaraskipan í Føroyum.

Seinastu árini hevur heimurin sæð nógv dømi um fólk, sum hava valt at bróta tøgnina og sum av samvitskuávum hava avdúkað loynidómar á egnum arbeiðsplássi. Í nógvum londum hevur ljós verið varpað á tørvin á størri opinleiki á arbeiðsplássunum. Og settar eru á stovn varskógvaraskipanir, sum skulu verja tey, sum bróta tøgnina.

Eisini í Føroyum hevur fokus verið á whistleblowing og síðsta vetur var uppskot til samtyktar lagt fyri tingið um eina føroyska varskógvaraskipan. Hetta hendi m.a. eftir, at fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, breyt tøgnina og fór beinleiðis til løgtingsins fíggjarnevnd við upplýsingum um fíggjarstøðuna á sínum arbeiðsplássi. 

Løgtingsuppskotið fall, men nú er tað so komið við í samgonguskjalið hjá CEF-samgonguni og fer tí helst at síggjast aftur í politiska landslagnum nakað skjótt.

Á Fólkafundinum á Nabb leygardagin hevur føroya kendasti varskógvari, Hans Petur Joensen, fyri fyrstu ferð fyrilestur um hendingarnar, sum endaðu við, at hann misti starvið. Vit hoyra hansara persónligu søgu um hví hann breyt tøgnina og persónliga prísin, hann hevur goldið. Eisini sigur hann sína hugsan um eina føroyska varskógvaraskipan.

Eftir fyrilesturin hjá Hans Peturi Joensen verður kjak millum tveir politikarar, sum eru ávíkavíst fyri og ímóti eini varskógvaraskipan í fyrisitingini hjá kommunum og landinum.

Starvsmannafelagið hevur lýst spurningin um varskógvarar og varskógvaraskipan í Starvsblaðnum, og hevur felagið verið jaligt fyri at vit fáa eina varskógvaraskipan fyri tann almenna geiran í Føroyum