Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

YNSKIR AT VAKSA UM SÍTT KONGARÍKI

Hann er øgiligur – hann borgarstjórin í Havn. Er ikki bara nøgdur við at stýra Havnini, nú ynskir hann eisini at stýra øðrum pørtum av landsumsitingini. Nú ætlar hann sær at byggja Marknagilsdepilin. Hetta var tað sum hann boðaði sínum undirstættum frá herfyri.

Boðskapurin er greiður til landspolitikkararnir, eru tit ikki førir fyri at lyfta uppgávuna so gevi borgarstjóranum í Havn hana. Ikki bara uppgávuna men eisini pengarnir.

Skulu vit fáa úrslit á landspolitiska pallinum, so skal spurningurin umskipast til eitt lokalpolitisk mál í Havn.

Kongurin í Havn ynskir at vaksa um sítt kongaríki. Ein einfaldur háttur at vaksa um kongaríki. Vaksa seg stóran við máttloysinum hjá ráðandi politisku leiðsluni í Føroyum á skúla- og mentunarøkinum.

Hetta er greiði boðskapurin.

Marknagilsdepilin er fyrsta stigi.

Ikki eiti á uppgáva.

Lasse Klein,

lasse@olivant.fo