Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yrkisdepilin: Endurskoða skrivstovuútbúgvingina

SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Fyrisitingarleiðarin í Yrkisdeplinum hevur ein illgruna um, at afturhaldnið hjá almenna arbeiðsgevaranum at seta nýggjar skrivstovulærlingar kann stava frá, at útbúgvingin, sum hon er skrúvað saman í dag, ikki er tíðarhóskandi 

Sveinur Tróndarson, journalistur

- Kanska eiga vit at endurskoða henda partin av skrivstovuútbúgvingini, so hon lýkur tann tørv, sum almenni arbeiðsgevarin hevur. Skrivstovuarbeiðið hjá tí almenna er nógv broytt hesi seinnu árini, men útbúgvingin er ikki broytt samsvarandi, og tað kann vera ein av orsøkunum til, at almennir arbeiðsgevarar ikki velja at seta fleiri lærlingar.

Tað sigur Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum, sum samskipar yvirskipaða virksemið av yrkisútbúgvingunum.

Broytt nógv
Fyrr var tað so, at almenna og privata skrivstovuútbúgvingin mintu nógv um hvørja aðra, men almenna fyrisitingin er nógv broytt hesi seinnu árini. Millum annað er bókhaldsfunktiónin miðsavnað á Gjaldstovuni.

- Tí hevði tað kanska verið skilagott at broytt útbúgvingina soleiðis, at hon hóskar betur til tær uppgávur, sum skulu loysast í dag, sigur Eyðun Gaard.

Í dag eru skrivstovuútbúgvingarnar lagaðar soleiðis, at skúlaparturin í tí privatu skrivstovuútbúgvingini verður tikin í Føroyum, meðan skúlaparturin í tí almennu skrivstovuútbúgvingini verður tikin í Danmark. Kanska tíðin er komin til at broyta hetta, rør fyrisitingarleiðarin í Yrkisdeplinum framundir.

- Hetta er eitt arbeiði, sum skal gerast frá grundini, men ein møguleiki er at leggja nøkur onnur fak inn í almennu skrivstovulæruna, so sum fyrisitingarlóg og onnur líknandi fak, sum tey koma at hava tørv á í starvinum. Tað kann kanska knýtast saman við kravi um eina miðnámsútbúgving fyri at sleppa at byrja í læru. So kunnu vit í sama viðfangi kanna, um tað ikki eisini hevði verið skilagott at tikið skúlapartin heim til Føroya, sigur Eyðun Gaard.

Arbeiðið er byrjað
Millum annað tí eru tey farin í holt við at endurskoða almennu skrivstovuútbúgvingina og beint nú gera tey eitt uppskot til eina føroyska kunngerð. Samskift verður við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um hvør tørvurin fyri broytingum er, og hvussu nýggja útbúgvingin skal snikkast saman. Sambært fyrisitingarleiðaranum eru tey tó ikki enn komin til nakra endaliga niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Í síðsta enda er tað landsstýriskvinnan í mentamálum, sum avgerð hvussu kunngerðin kemur at síggja út, og hagar til er arbeiði ikki komi enn, men er á fyrireikingarstøði, vísir hann á.

- Hagtølini hjá okkum vísa, at tað í fjør bara vórðu gjørdir níggju nýggir lærlingasáttmálar hjá almenna arbeiðsgevaranum, og tað er ein triðingur av tí, sum privata vinnulívið gjørdi. Tað kann vera ein ábending um, at tað er neyðugt við dagføringum, sigur Eyðun Gaard.

Sjálvur hevur hann ikki hug at fara inn í kjakið, men hann skilir grundgevingarnar hjá Starvsmannafelagnum, um, at har verður ein tørvur sum skal nøktast í framtíðini.

- Tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Eyðun Gaard.