Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlit yvir flaggstatir, og hvussu teir klára seg

Føroyska flaggið stendur seg væl í talvuni
 
International Chamber of Shipping (ICS) ger hvørt ár eitt yvirlit yvir heimsins skipaskrásetingar – the Flag State Performance Table. Útgávan fyri 2017/2018 kann takast niður her: http://www.ics-shipping.org/free-resources/flag-state-performance-table
 
Yvirlitið gevur nakrar viðkomandi ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar, hvussu flaggið klárar seg í mun til ávís viðurskifti so sum port state control, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum og luttøku á IMO fundum. 
 
Yvirlitið finst eisini í einari samvirknari útgávu, har eisini ber til at leita og samanbera fløgg.