Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlýsing 2013: Ein onnur leið fyri alt fólkið

Undir heitinum frælsi, javnrættindi og møguleikar samtykkir floksting Tjóðveldis 2013 hesa yvirlýsing.

Frælsi

Flokstingið vísir á, at politikkur sitandi samgongu er júst tað, sum skapar kreppu, avtofting og ófrælsi, og mælir tí til, at samgongan leggur frá sær.

Ásannandi, at stóri ójavnin í okkara fólkasamanseting og minking í fólkatali er størsta framtíðarhóttan okkara, vil flokstingið vísa á teir gyltu møguleikar, ið einar frælsar Føroyar við veruligum fólkaræði fyri øll hava at bjóða øllum núlivandi føroyingum og framtíðar ættarliðum.

Flokstingið vísir á teir framúr møguleikar at venda gongdini við at skapa einar mennandi og frælsar Føroyar fyri øll, so at vit fáa felags visjón, hugsjón, mál og ábyrgd aftur í føroysk stjórnmál og samfelagsmál. Vit vilja taka fulla ábyrgd fyri landi okkara, samtykkja egna stjórnarskipan, gera okkum óheft av danska blokkinum og skipa okkum sum sjálvstøðug tjóð, har alt tilfeingið er ogn Føroya fólks.

Javnrættindi

Flokstingið vil, at vit byggja eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti, ið veitir trygd fyri samhaldsfesti og sosialum rættindum og skyldum.

Flokstingið vil, at bústaðamarknaðurin gerst fjølbroyttari, við leiguíbúðum, lutaíbúðum og lestraríbúðum, við einum føroyskum realkreditti, og at bankum og fíggjarstovnum verða sett krøv, fyri at lækka kostnaðarstøðið hjá vinnu og húsarhaldum.

Flokstingið vil, at møguleikarnir hjá fólki kring alt landið verða javnsettir. Øllum føroyingum verða tryggjað somu rættindi, uttan mun til førleika, átrúnað, húðarlit, politiska og kynsliga orientering. Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um at dagføra hjúnabandslógina.

Flokstingið heitir á flokkin, um at fáa í lag tættari samstarv við fakfeløg og áhugafeløg fyri at tryggja, at áhugamál og rættindi fólksins verða best vard og umsitin.

Møguleikar

Flokstingið krevur, at Føroya politiski myndugleiki fær skil á okkara fiskivinnu og stovnsrøkt og skapar frælsar møguleikar fyri øll í Føroyum. Allir flokkar eiga tí at fara til verka at greiða karmarnar fyri fiskivinnuna.

Flokstingið krevur, at nógv meira verður gjørt við at menna nýggjar vinnur, skapa virðisøking í tilfeingisvinnunum, umframt at stimbra íverksetan og styrkja ferðavinnuna.

Flokstingið vil, at vit byggja eitt sterkt Fróðskaparsetur við einum góðum og mennandi lestrar- og granskingarumhvørvi, umframt at samstarv millum vinnu, vísindi og útbúgvingar verður styrkt.

Flokstingið staðfestir, at framtíðin er í ungdóminum. Tí verður heitt á flokkin um í tøttum samstarvi við Unga Tjóðveldið at orða ein ungdómspolitikk, ið fevnir um øll politisk øki, og sum yvirskipað setir greið mál fyri ungdómsøkið og í smálutum lýsir ítøkiligar ætlanir fyri ung í Føroyum og karmar ungdómsins at virka undir.

Flokstingið vil, at vit skulu reka ein framfýsnan mentanar- og listapolitikk, har ið vit millum annað skapa eitt sterkt Kringvarp og sterkar fjølmiðlar, umframt undirvísingar- og samskiftismiðlar á føroyskum máli, og at Tjóðleikhús verður bygt beinanvegin.

Flokstingið vil, at orðaður verður ein framtíðarvendur orku- og umhvørvispolitikkur, har ið millum annað atlit verða tikin fyri umlegging til grøna orku, og at vit skipa Føroyar í altjóða samfelagnum sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi í eini Norðuratlantsamgongu við okkara grannalond.

Soleiðis samtykt á flokstingi í Tórshavn hin 6. apríl 2013.

Tjóðveldi