Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlýsing: Pensjónsskattingin verður dýr fyri fólkið

Ætlaða broytingin hjá samgonguni at skatta pensjónsinngjøldini hevur sera stóra neiliga ávirkan á, hvussu nógv framtíðar løntakarar fara at fáa í pensjón. Skatturin á pensjónina verður hægri, og tí verður missurin í túsundavís av krónum í ellisárum fyri eitt nú arbeiðsmannin, heilsuhjálparan, pedagogin, skrivstovufólkið, vaskikonuna og sjúkrarøktarfrøðingin.

Hetta verður eisini staðfest í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Í viðmerkingunum stendur:

”Við at skattað eftirlønarinngjald og skattafrítt útaftur viðførir, at botnfrádrátturin hvørvur saman við broyting av skattatíðspunktinum. Sami persónur fær tí í veruleikanum minni at liva av enn við núverandi skipan. Uppskotið fær helst sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, við tað at skattaviðurskiftini broytast munandi hjá lág- og miðal lønarfólki.”

Bíðið við uppskotinum

Fyrivarnini frá pensjónsnýskipanarbólkinum eru fleiri. Millum annað sigur bólkurin at:

”Verður eftirlønaruppsparing skattað við inngjald, so verður eftirlønarskatturin goldin av framtíðar borgarum. Skattagrundarlagið verður tí tengt at, hvussu nógv eru í arbeiðsstyrkini til ta tíð. Inntøkugrundarlag landskassans verður tí ikki so trygt, sum við verandi skipan”.

Fakfeløgini heita á politiska myndugleikan, um ikki at seta ætlanina at skatta pensjónsinngjøldini í verk á nýggjárinum. Biðið verður um, at politiski mynduleikin ger fleiri útgreiningar áðrenn avgerð kann takast, um hesar broytingarnar skulu fremjast ella ikki.

Fakfeløg á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum