Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlýsing viðvíkjandi skatting av eftirlønargjøldum

Undirritaðu feløg vilja við hesi yvirlýsing staðiliga mótmæla ætlanunum um at broyta skattingina av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattaði heldur enn, sum í dag, útgjøld.

Uppskotið, um at broyta skattingina av eftirlønini, er í greiðari andsøgn við pensjónsnýskipanina, sum allir politiskir flokkar hava tikið undir við. Høvuðsendamálið við pensjónsnýskipanini er at tryggja vælferðarsamfelagið, sum er undir hørðum trýsti, nú framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum verður hálverað næstu 30 árini. Við at broyta skattingina av eftirlønargjøldum, fara skattakrónur at mangla í framtíðini. Stórur vandi er tí fyri, at skattagrundarlagið, orsakað av uppskotinum, má økjast munandi í framtíðini, fyri at forða fyri, at landskassin kemur í stórar trupuleikar. Tí er nógv sum bendir á, at eftirlønaruppspararin verður álagdur fleiri skattir og avgjøld í framtíðini, orsakað av uppskotinum.

Ført verður fram, at tað er líkamikið, um eftirlønaruppsparing verður skattað við inngjaldi ella útgjaldi. Nógv talar fyri, at hetta ikki er rætt. Um spart verður upp ígjøgnum eitt heilt arbeiðslív, verður eftirlønin vanliga um 60% av teirri løn, ið arbeiðstakari hevði, meðan hesin var á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at skattagrundarlagið verður lægri tá farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Eitt lægri skattagrundarlag førir við sær lægri skattasats. Við øðrum orðum vil eftirlønaruppspararin eisini missa inntøku í eftirlønarárunum orsakað av uppskotinum. Hetta eru fakfeløgini, sum longu hava fráskrivað sær lønarkrónur, fyri at spara upp í eftirløn, hart ímóti.

Høvuðsendamálið undir uppskotinum um broytta skattaksipan er, at skatturin frá eftirlønarinngjøldum skal fíggja, at eingin skal rinda meira enn 40% í skatti. Við øðrum orðum eru tað tey, ið hava spart upp til eftirløn, ið nú skulu rinda fyri, at tey vælbjargaðu skulu fáa skattalætta. Hetta mótmæla undirritaðu feløg eisini staðiliga.

Um eftirløn verður skattað við inngjaldi lækka samlaðu inngjøldini til lívstryggingar- og pensjónsfeløgini samsvarandi skattasatsin. Hetta merkir, at samlaðu inntøkurnar hjá somu feløgum lækka munandi. Umsitingargjøldini hjá lívstryggingar- og pensjónsfeløgunum eru sum er, ikki kappingarfør við útlendsk feløg. Uppskotið vil gera hesi enn minni kappingarfør, tí lækkaða inntøkugrundarlagið hjá feløgunum kann noyða tey at hækka teirra umsitingargjøld til skaða fyri alt tað føroyska samfelagið.

Undirritaðu feløg vilja tí staðiliga mótmæla, at politikarar á henda hátta ætla at broyta fyritreytirnar fyri teimum avtalum, ið liggja til grund fyri verandi eftirlønarskipanum. Hetta er eitt greitt álitisbrot.

• Føroya Lærarafelag

• Akademikarafelag Føroya vegna

o Føroya Verkfrøðingafelag

o Magistarafelag Føroya

o Føroya Byggifrøðingafelag

o Arkitektafelag Føroya

• Samtak vegna

o Føroya Arbeiðarafelag

o Havnar Arbeiðsmannafelag

o Føroya Fiskimannafelag

o Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

o Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

• Felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar

• Farmakonomfelagið

• Havnar Arbeiðskvinnufelag

• Føroya Handverkarafelag

• Landsfelag Handverkaranna

• HK Føroya Deild

• Yrkisfelag fyri Trygging og Fígging

• Lærarafelag Handilsskúlans

• Føroya Tekniska Lærarafelag

• Starvsfólkafelagið í BankNordik

• Føroya Pedagogfelag

• Almanna- og heilsurøktarafelagið

• Bioanalytikarafelagið

• Maskinmeistarafelagið

• Musiklærarafelag Føroya

• S&K Felagið

• Umboðsráð Tryggingartakaranna í LÍV

• Starvsmannafelagið

• Fysioterapeutfelag Føroya

• Ljósmøðrafelag Føroya

• Kost- og føðslufelag Føroya

• Ergoterapeutfelagið

• Heilsuhjálparafelag Føroya

• Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara