Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirskot í undirsjóvartunlunum

Undirsjóvartunlarnir, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund har roknskapirnir vórðu framlagdir.

P/F Vágatunnilin

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2012, gjørdist eitt avlop á 0,5 mió. kr., sum er 1,3 mió.kr. minni enn árið fyri, tá avlopið var 1,8 mió. kr. Umsetningurin var 20,7 mió. kr. í 2012 og 22,2 mió. kr. í 2011. Í Vágatunlinum koyrdu 594.384 akfør gjøgnum tunnilin, 1.206 fleiri enn í 2011, ein vøkstur á 0,2%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.624 akfør í miðal um samdøgrið.

Talvan niðanfyri vísir samlaðu ferðsluna í Vágatunlinum síðan tunnilin lat upp. Seinastu tvey árini áðrenn tunnilin lat upp, tá bátur flutti akførini, framganga eisini av talvuni:

P/F Norðoyatunnilin

Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,8 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. lakari enn 2011, tá avlopið var 4,5 mió. kr. Umsetningurin var 25,9 mió. kr. í 2012 og 26,5 mió. kr. í 2011. Í Norðoyatunlinum koyrdu 747.368 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 2,8% í mun til 2011, tá 727.316 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2012 verið í miðal 2.042 akfør/samdøgur í mun til 1.993 akfør/samdøgur í 2011.

Talvan niðanfyri vísir samlaðu ferðsluna í Norðoyatunlinum síðan tunnilin lat upp 26 apríl 2006. Seinastu tvey árini áðrenn tunnilin lat upp, tá bátur flutti akfør um Leirvíksfjørð, framganga eisini av talvuni:** Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2012, var kr. 68,90 í Norðoyatunlinum og kr. 69,60 í Vágatunlinum. Hetta svarar til minni enn 35 kr hvønn vegin. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.

Nevndirnar afturvaldar

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni. Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.