Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirskot í undirsjóvartunlunum

Undirsjóvartunlarnir, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir. 

Vágatunnilin
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2016 gjørdist eitt avlop á 0,4 mió. kr., sum er 0,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,3 mió. kr.  Umsetningurin  var  15,1 mió. kr. í 2016 og  13,4 mió. kr. í 2015.  Í Vágatunlinum koyrdu 746.070 akfør gjøgnum tunnilin, 64.397 fleiri enn í 2015, ein vøkstur  á 9,5%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.037 akfør í miðal hvønn dag. 

Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 5,5 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. betur enn 2015, tá avlopið var 4,8 mió. kr.  Umsetningurin var 24,5 mió. kr. í 2016 og 24,3 mió. kr. í 2015.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.000.632 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 11,2% í mun til 2015, tá 899.800 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2016 verið í miðal 2.733 akfør/døgn í mun til 2.463 akfør/døgn í 2015. 

Miðalprísur
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2016, var kr. 48,51 í Norðoyatunlinum og kr. 42,39 í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar. 

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita  Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni. 

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.