Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat vilja vit við ungdómshúsum?

Sum eygleiðari av kjakinum í sambandi við hetta kommunuvalið gleðist eg um, at nógvur dentur hevur verið á tað námsfrøðiliga økið. 

Eitt afturvendandi evni er, at eitt stað til tey ungu undir 18 ár eigur at fáa størri raðfesting. Eg eri av tí sannføring, at síðani ungdómshús fóru at virka runt í landinum, hava vit sæð færri kriminaliserað ung og í summum førum lívsbjargandi fyribyrging ígjøgnum námsfrøðiligt relatiónsarbeiði. 

Tey, sum leita sær í ungdómshús, eru ikki børn, men ung, sum kanska longu hava gjørt sær fyrstu royndirnar av tí, sum vaksin gera. Her hugsi eg um sex, alkohol, rúsevnir ella lógarbrot. 

Sjálvandi er tað størsti parturin av teim ungu, sum vitjar húsini fyri at taka av teim tilboðum, ið húsini bjóða ella fyri at hugna sær við vinfólki uttan at talan er um áðurnevndu trupulleikar. Eg skrivi hesar reglur, tí eg sakni eitt kjak um, hvat vit ynskja við ungdómshúsum framyvir. Hvat leggja politikarar í ynskið, at "menna eitt tilboð til tey undir 18 ár"?. 

Tað tykir mær onkuntíð, sum vita kommunalpolitikarar ikki av, at tað eru nógv blómandi og sera væl virkandi hús runt í landinum. Í roynd og veru er ikki altíð neyðugt at hugsa so nógv nýtt, men heldur at geva verandi húsunum størri møguleika at skipa fjølbroytt virksemi. Tað er lætt at skapa ein hyggeklubb, men røkka vit veruliga málinum tá, ella sløkkja vit bert smáar eldar? 

Nikkil Heinesen, nevndarlimur Føroya Pedagogfelag