Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirtøka av fútanum

Nú fara danir á fólkaatkvøðu 3. desember at avreiða myndugleikan yvir løgregluni til útlendingar.

Løgreglan í Føroyum er eisini donsk, og fylgir tí við í hesi avreiðing

At slíkt fer fram uttan at vit yvirhøvur eru við í avgerðini, er fullkomuliga burturvið. Her er talan um samskifti við onnur ríki, og eftir sambandssáttmála okkara við Danarkar ríki hava vit sama rætt sum danir at avgera slík mál. Av røttum skuldi fólkaatkvøðan eisini verið hildin hjá okkum, og søgdu danir ja og vit nei, so var málið fallið.

Men henda rætt okkara sleppa vit ikki at fáa vegna danska uppílegging í okkara viðurskifti.

Hvat kunnu vit so gera sum støðan er nú?

Jú, vit kunnu yvirtaka fútaembætið, og harvið alla løgregluna.

Hetta ber væl til eftir galdandi yvirtøkulóg. Løgtingið skal bara samtykkja at yvirtaka málsøkið og boða donsku stjórnini frá, at nú gera vit tað, og stjórnin kann ikki siga annað enn at tað er í lagi.

Hetta hevði eitt nú havt týdning í málinum um grindalógina. Verður løgreglumyndugleikin fluttur til útlandið, so er tað lítið sannlíkt, at vit sleppa at gera nakað við teir útlendingar, sum royna at forða okkum at drepa grind. Ein brotsmaður sum Paul Watson gongur sum kunnugt leysur í París, og skulu fransar ráða yvir okkara løgreglu, kunnu vit skjótt fáa at sanna, at tann løgregla, sum verjir hann og hansara fólk har, eisini fer at gera tað hjá okkum.

Sjálvandi er ikki vist, at danir fara at samtykkja av læta løgregluna av hondum. Teir sum vilja tað, royna í hesum døgum at billa veljarunum inn, at tað bara eru partar av løgregluni, sum skulu avreiðast. Eydnast tað teimum at fáa eitt ja tann 3. desember, er bert eitt hjá okkum at gera, og tað er at nýta okkara heimild at yvirtaka alt málsøkið.

Tá vit síggja hvussu stór undirtøkan er fyri at verja okkara rætt til at drepa grind er lítið at ivast í, at hetta hevði verið ein yvirtøka, sum hevði fingið fullan stuðul í løgtinginum.

Zakarias Wang